Legendur skulu hjálpa B36

Góðir gamlir kenningar og nøkur nýggj andlit eru í toyminum, sum undir leiðslu av Dan Brimsvík fer í gongd við komandi kappingarár hjá B36

Tað er nú greitt, hvussu venjaratoymið kring besta mansliðið hjá B36 sær út í 2021.

Høvuðsvenjari er Dan Brimsvík, sum í heyst skrivaði undir sáttmála til og við 2023.

Afturat sær hevur Dan Brimsvík nú sett venjarahópin, og her eru fleiri kend andlit, umframt at nýggjur íblástur eisini er at síggja.

Hjálparvenjarar eru John Petersen og Róaldur Jakobsen, sum báðir hava drúgva fortíð í B36. John Petersen var eisini partur av venjaratoyminum í 2011, meðan Róaldur Jakobsen fyri fyrstu ferð fekk seg royndan sum venjara í fjør.

Fysiskur venjari verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum einamest man vera væl kendur úr føroyska kappróðrarumhvørvinum, umframt at hann var stovnari av Full Power í Klaksvík. Eisini verður Tórur Sjúrðarson knýttur at fysisku venjingunum í felagnum. Tórur hevur nomið sær útbúgving innan fysiska venjing.

Seinasti brikkurin í puslispælinum er Hans Jørgensen, ið tekur við sum málmansvenjari. Hans Jørgensen vardi málið hjá B36 í 2019, og eftir at hann ikki hevur tikist við fótbólt í ár, verður hann nú at síggja uttan fyri hvítu strikurnar hetta kappingarárið.