Leggja størri dent á trygd á sjónum

Eftir vanlukkuna við "Prestige" fer ES at virka fyri betri trygd á sjónum.

Umhvørvi

ES ætlar sær at taka við læru av tilburðinum við tangaskipinum "Prestige", sum fór til botns úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini fyrr í vikuni.
ES-kommiserurin í flutningsviðurskiftum, Loyola de Palacio, segði í Evropatinginum hósdagin, at ES-londini eiga at skunda undir nýggja lóggávu um trygd á sjónum, so tað, sum nú hendir á sponsku útnyrðingsstrondini, ikki skal henda aftur.
-Hesin tilburðurin eigur at fáa okkum at skipa so fyri, at hetta verður tann seinasti tilburðurin av hesum slagnum - bæði við okkara stendur og aðrastaðni, segði hon.
ES-nevndin mælti í síni tíð til at banna tangaskipum við einkultum skrokki at sigla í evropeiskum sjógvi, men viðgerðin í teimum einstøku limalondunum tók so drúgva tíð, at bannið er ikki komið í gildi enn.