- Íleggjarar væntaðu eitt gott úrslit

Føroysku greinari metir, at framtíðin er bjørt hjá Bakkafrost.

Føroyski alirisin Bakkafrost kundi í dag avdúka eitt rakstrarúrslit á 254 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2016. Talan er um enn eitt sterkt úrslit frá alirisanum, ið kann vísa á ein vøkstur á 19 milliónir krónur samanborið við fyrsta ársfjórðing í 2015, tá rakstrarúrslitið var 235 milliónir krónur.


Hóast góðu tíðindini í morgun, so tykist ikki, at íleggjarar skunda sær at keypa partabrøv í felagnum. Í løtuni verða tey handlaði fyri 307,9 norskar krónur, ið er ein lítil vøkstur samanborið við í gjár. Í prosentum er vøksturin 0,92 prosent í dag.


Eyðfinn Reyðberg, greinari, er tó ikki bilsin yvir gongdina í dag.


- Gongdin í partabrøvunum er ein endurspegling av teimum vónum, ið íleggjarar hava. Seinasta mánaðin hava partabrøvini verið í einum aldudali, men hækkaðu so líðandi fram til í dag. So tað, at hann vaks frammanundan og stendur í stað nú vísir, at íleggjarar væntaðu eitt gott úrslit, og fingu tað, ið teir væntaðu.
Um tað var verri ella betri enn væntað, so høvdu íleggjarar selt ella keypt fleiri partabrøv í dag, sigur Eyðfinn Reyðberg.


Sambært Eyðfinni Reyðberg, so hava íleggjarar eisini alla orsøk til at hava góðar vónir til framtíðina hjá alirisanum.


- Har eru fleiri verkætlanir, ið gera, at íleggjarar kunnu hava góðar vónir. Fyrimunirnir við Hans á Bakka vera alsamt meira sjónligir, og nýggja virkið á Glyvrum er tað mest framkomna av sínum slag í heiminum. Smoltstøðin á Strond er eisini spennandi verkætlan fyri íleggjarar. Tað er ein møgulig gularót, tí hon kann økja um framleiðsluna við 30 prosentum. Tað vil siga, at rakstrarúrslitið kann vaksa við umleið tí sama, sigur Eyðfinn Reyðberg.


Sum heild metir Eyðfinn Reyðberg, at leiðslan í Bakkafrost hevur valt eina góða strategi fyri felagið.


- Tað at teir gjalda rímiliga nógv í vinningsbýti, og samstundis spýta nógvan pening í nýíløgur, tað vil siga íløgur í framtíðini og ein betri rakstur, er ein góður leistur. Tað er skilagott av leiðsluni.