Leggur upp við hondunum

Stoke City hevur í hesum kappingarárinum skotið 13 mál í teimum fyrstu 11 dystunum í Premier League. Hóast tað ikki er serliga nógv, so kann felagið serliga takka einum ávísum leikara. Vongurin Rory Delap hevur longu lagt upp til sjey av málunum – við hondunum. Innkøstini hjá honum er blivið vandamesta álopsvápnið hjá Stoke síðan uppflytingina í summar. Hann átti eisini týðandi lut í báðum málunum hjá Stoke, sum í gjár vann 2-1 á heimavølli móti Arsenal. Upprunin til álopini var eftir innkast. Á liðnum í dag vóru heili sjey leikarar, sum eru hægri enn 190 cm, og tí skuldi ligið væl fyri at dúva upp á innkøstini hjá Delap.