Á leið 100 føroyingar hava glutenviðkvæmi

men sannlíkt hava nøkur hundrað afturat hava sjúkuna

Á leið 100 føroyingar hava fingið staðfest glutenviðkvæmi (cøliaki), men sannlíkt hava nøkur hundrað afturat hava sjúkuna, uttan at hava fingið hana staðfesta. Hetta byggir á tær metingar, sum gjørdar eru í grannalondum okkara av, hvussu stórur partur av fólkinum hevur glutenviðkvæmi. Tað upplýsir Cøliakifelagið í tíðindaskrivi. 

 

 

Cøliakifelagið metir, at stórur tørvur er á at fáa meira vitan fram um sjúkuna, og er tí sera fegið um at tað er eydnast at fáa norska professaran í immunologi og serfrøðing í cøliaki, Trond Sundby Halstensen, hendanvegin. 

 

Mánakvøldið 9.apríl fer Trond Sundby Halstensen at halda almennan fyrilestur í Smæruni Havn. Hann fer at tosa um nýggjastu vitanina um cøliaki og um avleiðingarnar av glutenviðkvæmi. Eisini fer hann at tosa um fólkascreening, diagnostiskar møguleikar og feilkeldur. At enda fer hann at lýsa hvørjar avbjóðingar kunnu vera, um ein ikki gerst heilt frískur av glutenfríum kosti. Høvi verður at seta spurningar.

 

 

 

Trond Sundby Halstensen er virðisløntur immunologur, kendur fyri gransking sína í glutenviðkvæmi (cøliaki). Hann hevur millum annað starvast sum yvirlækni í allergologiskari immunologi á Statens Institutt for Folkehelse, og er í dag professari í immunologi á fakultetinum fyri orala biologi á Universitetinum í Oslo.