Leiðin frá hugskoti til pengar

Kennir tú leiðina frá hugskoti til pening? Um ikki, átti tú at leitað tær niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin í dag. Har verður nevniliga kunnað um møguleikarnar at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Á fundinum koma tey, sum umsita grunnar og játtanir til slík endamál, at greiða frá, hvat stuðul verður latin til, hvør kann fáa stuðul og hvussu hetta gongur fyri seg. Harumframt verður ein fyrilestur til íblásturs.

Tiltakið, sum er fyriskipað av ymsum almennum stovnum, er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan, stovns- og virkisleiðarum, politikarum, fjøðmiðlum, men øll við áhuga fyri evninum eru sjálvsagt vælkomin.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin fyri tiltakið, sum verður klokkan 13-16 í dag fríggjadag, sæst at lesa á heimasíðuni www.gransking. fo