Leiðari til Vistir

Leiðari til Vistir

 

Vistir á Kambsdali søkir eftir einum eldhugaðum og álítandi dagligum leiðara til fulltíðarstarv.

 

Vistir veitir proviant, útgerð, sápu, tollfríar vørur og annað til skip. Fyritøkan leggur stóran dent á at veita kundum skjótari og dygdargóða tænastu – alt samdøgrið. Í løtuni starvast fýra fólk hjá Vistir, sum heldur til á Kambsdali.

 

Arbeiðsuppgávur

 

  • Daglig leiðsla og skipan av arbeiðinum á staðnum
  • At pakka proviant og útgerð til skip
  • At koyra og levera vørur umborð
  • At taka móti ordrum og samskifta við kundar
  • At tryggja góða tænastu og røkja egið ábyrgdarøki

 

Vit vænta, at tú ert:

 

  • Fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Jalig/ur og góð/ur at samskifta
  • Skipað/ur og røkin í arbeiðnum
  • Arbeiðssom/samur og álítandi

 

Setanartreytir

 

  • Løn og treytir sambært avtalu – kappingarfør løn
  • Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, tó kunnu arbeiðsuppgávurnar til tíðir krevja yvirtíð ella skiftandi arbeiðstíðir

 

Umsókn

 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bassa Haraldsen á tel. 214005.

 

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 21. september 2025.