Randi Jacobsen
Á NámX á Eysturskúlanum í Havn er ein lærari, sum eitur Harriet Poulsen Vágadal. Hon hevur sum lærari arbeitt nógv við happing, og hon skrivaði fyri 10 árum síðan høvuðsuppgávu á Læraraskúlanum um happing.
– Happing hvørvir ikki, um tú vendir henni tað blinda eyga ella tað deyva oyrað. Tað er alneyðugt, at vit øll, vaksin sum børn, eru tilvitað um happing í gerandisdegnum, tí tað kann vera sera skjótt, at vit koma til at siga okkurt, baktala og harvið særa onkran. Happing er vanvirðing fyri einum øðrum menniskja, sigur Harriet Poulsen Vágadal.
Út frá síni vitan og royndum hevur hon skrivað leikin, og hon hevur eisini leikstjórnað. Pallin hava næmingarnir sjálvir staðið fyri at gjørt, Marjun Olsen hevur lagt lag á við sminku, og Marjun Veihe, sum eisini undirvísir á NámX hevur stuðlað. Leikurin verður framførdur leygarkvøldið og sunnukvøldið, bæði kvøldini kl. 19.
Leikurin eitur »Eitt døkt kamar« og eru um 16 ára gomlu Elsu, sum verður happað, og hvussu happingin ávirkar umhvørvi hennara.