Jens Petur Arge, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar fekk orðið á aðalfundinum hjá FSF, tá formaðurin var liðugur at lesa ársfrágreiðingina. Ørindini hjá tryggingarstjóranum vóru at býta pengar og steyp út.
Síðani 1993 hevur Tryggingarsambandið Føroyar, sum tað tá æt, á hvørjum ári sett 20 túsund krónur upp á spæl fyri hægst flokkaða liðið hjá feløgunum, sum hava verið umboðað í trimum teimum ovastu deildunum á mannfólkasíðuni (tey fyrstu árini var talan bara um 1. deild). Upphæddin er avsett til leikum fagurt kappingina. Fyri hvørt gult kort, sum eitt felag fær, verða eitt túsund krónur drignar frá, og fyri hvørt reytt kort verða fýra túsund krónur drignar frá.
Úrslitið av kappingarárinum 1998 var, at einki av feløgunum, sum vóru umboðað í 1. deild, fekk nakrar pengar útgoldnar.
Í 2. og 3. deild vóru fimtan túsund krónur útgoldnar. B71 fekk tvey túsund krónur, EB/Streymur fekk seks túsund, og LÍF fekk sjey túsund krónur.
Leirvíkingar vóru sostatt vinnarar í Leikum fagurt kappingini, og teir fingu ferðasteyp í varðveitslu til næsta aðalfund.
Úrslitini undanfarin ár vísa, at tað eru feløgini, sum hava sítt besta lið í lægru deildunum, ið standa seg best í hesi kappingini. Í 1993 vann Skála, í 1994 SÍ, 1995 Æsir og í 1996 NSÍ. Í 1997 var eingin vinnari, tí øll feløgini brúktu meiri enn tjúgu túsund krónur.