Altjóða løgreglusamstarvið Interpol sóknast nú eftir fleiri týdningarmiklum libyskum memntanardýrgripum, sum hvurvu úr býunum Benghazi og Tripoli fyri stuttum.
Talan er millum annað um nakrar dýrgripir, sum hava sín uppruna 300 ár fyri okkara tíðarrokning. Sum skilst vóru dýrgripirnir fjaldir á bretsku sendistovuni í Tripoli og í einum banka í Benghazi, men alt í einum hvurvu teir.
Tað tykist púra greitt, at dýrgripirnir eru stolnir, og Interpol sóknast nú eftir teimum í 188 londum í samarbeiði við ST-stovnin UNESCO.