Leita eftir øðrum skipi

- Okkara mál er avgjørt at finna eitt nýtt skip til møguligan makrelfiskiskap undir Føroyum, sigur Gunnbjørn Joensen, reiðari. Teir, sum standa aftanfyri reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur Arthenu, ætla ikki at gevast á hendur.

Portalurin hevur spurt annan reiðaran, Gunnbjørn Joensen, um teir longu nú eru farnir at hyggja sær eftir einum øðrum skipi, nú mangt bendir á, at Athena neyvan nakrantíð fer til fiskiskap aftur.

- Ja, vit royna av øllum alvi at finna eitt annað skip til væntandi makrelfiskiskap undir Føroyum í summar og í heyst.

Reiðarin sigur, at málið avgjørt er at finna eitt annað skip, áðrenn langt um líður.

- Enn er tó ov tíðliga at siga, hvat skip talan kann gerast um, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er annar reiðarin hjá Thor í Hósvík.