Níggju stuttsøgur eru í hesum savninum. Einasta søgan, eg við nøkulunda vissu kann tíðarfesta, er Angels Place, ið er stendur fremst í savninum. Hon vann stuttsøgukappingina, ið Listasamband Føroya skipaði fyri í vár.
Summi lúgvast tíðliga
Pílagrímar hevur ikki heitið eftir nakrari av søgunum í bókini, so hesin tittulin er heldur at lesa sum onkur sambinding av temunum í teimum ymsu søgunum. Í vanligari merking er ein pílagrímur ein persónur, ið er á ferð móti onkrum heilagum staði, eitt nú Róm ella Mekka. Orðið er tó kanska eins vanligt í fluttum týdningi, har mannalívið verður fatað sum ein pílagrímsferð. Tey flestu munnu komast við mætu allegoriina Pilgrim´s Progress (1678) eftir John Bunyan.
Ein av pílagrímunum er Lott, høvuðspersónurin í Angels Place. Hon er endað í stórbýnum, har hon vinnur til føðina við at arbeiða sum skøkja. Sum stór smágenta varð hon neyðtikin av beiggja sínum, og hon gongur dagliga til sálarlækna. Vit hitta hana á eini café, har hon, millum møguligar kundar, situr og droymir um at fáa sína egnu klinikk einaferð ? sítt Angels Place, ið annars er hølið hjá rokkaraharkaliðnum í býnum. »Veruleikin, visti hon, var altíð gráur og óromantiskur. Men hon elskaði ynskidreymar, og onkuntíð hugsaði hon sær, at dreingirnir í húsinum við veingjamerkinum vóru pílagrímar, einsligar sálir sum hon sjálv, villar, vilstar, leitandi eftir onkrum fjarum herbergi, sum ikki var av hesum heimi«. (s. 15)
Hennara Angels Place verður heldur ikki av hesum heimi, tí tilhúsafturkomin stoytir hon eitt glas av doyvandi tablettum í seg og leggur seg bara at bíða til tann endaligi svøvnurin tekur hana. Hetta var ein heldur óvæntaður endi ? sum tó ikki er so sjáldsamt í stuttsøgum ? men søgan er í fleiri fláum, og tann retrospektivi frásøguhátturin við lopum aftur í barndómin setur upp mótsetningar, sum í síðstu atløgu júst mugu føra til ein slíkan enda.
»Summi lúgvast tíðliga og leggjast fyri..« stendur í eini kendari føroyskari yrking. Soleiðis er tað eisini við fleiri av pílagrímunum í hesi bókini. Á ymsan hátt eru teir endaðir uttanfyri tilhaldið, kanska á lívsins botni, sum eitt nú tann mentaði Fritz Friedrich í søguni Rovfuglurin. Teir fara »út um ringvegin« sum Stefan í søguni av sama navni, og leita inn í tann psykedeliska rúsin. Ella teir fáa allan býin ímóti sær, sum Julian Ziska í søguni Dintilsdagar, og enda í einsemi. Og summi gerast sinnisjúk.
Kærleikin, ella kynslívið, kemur ofta til sjóndar í avskeplaðum líki, so sum blóðskemd, pedofili ella neyðtøku. Ella í sviki og sjalusi. Har eitt sindur av lukku sær út til at vera, sum í Gestir hjá feigum ella Tann hvíti maðurin, lúrir altíð eitthvørt meinhugað, ið vil forkoma hesi somu lukku.
Mentaði heimsborgarin
Eg nevndi tann retrospektiva frásøguháttin. Hanus brúkar hann meira og minni konsekvent í hesum søgunum. Byrjan og endi standa sum karmur um søguna, og onkur kann minna um eina kinesiska eskju, har eitt afturlítandi brot verður lagt inn í eitt annað. Hendinga ferð kann hetta vera ørkymlandi, so lesarin kennir seg eitt sindur vilstan í frásøgnini.
Hesar søgurnar eru ikki júst ætlaðar til dagdvølju. Stílurin hjá Hanusi setir rættiliga stór krøv til lesaran. Her hugsi eg ikki bara um tær drúgvu inntonktu høvundsviðmerkingarnar við setningum, ið ofta strekkja seg yvir fleiri reglur. Helst skalt tú eisini kenna klassikararnar og nakað væl afturat. Í heilum verður sipað til høvundar, bókmentaverk ella fyribrigdi úr fornari mentan og søgu, og við tað, at høvundurin stundum ger ov mikið av at nýta samanburðir, kunnu hesar tilsipingar kennast heldur privatar. Um Fritz í søguni Rovfuglurin verður t.d. sagt, at hann var »ikki ólíkur myndum, eg havi sæð av Walther Benjamin«. Og um Margareth í Út um ringvegin fáa vit at vita, at hon líktist Nefertite. Kanska hetta gevur eina aha-uppliving hjá onkrum, men eg hugsi, tey allarfægstu munnu vita, at Nefertite var ein egyptadrotning, ið doyði 1354 f.Kr., og hvørs andlitsmynd verður framsýnd á tí egyptiska fornminnasavninum í Vestur-Berlin.
Hesin »hámentaði« stílurin skorðar tó onkursvegna upp undir høvuðstematikkin í tí nógva av ritverkinum hjá Hanusi: mótsetningin millum tað mentaða/intellektuella menniskjað og »harðræði teirra óupplýstu«, sum hann hevur tikið til í onkrari grein. Høvuðspersónarnir í søgunum hava aloftast eina mentanarliga kjølfestu, ið veitir teimum tign, hóast teir ikki njóta virðing frá samfelagnum. Tignin gevur seg til kennar m.a. í ansi fyri náttúru, bókmentum og list, hollari vitan og innliti, sum í einum heimi av kúgan, líðing og deyða hevjar hesar persónar hátt yvir trongskygni, heimføðiskap og kraddaralyndi.
Janus gongur aftur
Eg fái ikki, á einari blaðsíðu, farið djúpari inn í lagnurnar hjá hesum lívsins pílagrímum. Hóast søgurnar tematiskt eru nær skildar, so eru tær rættiliga ymiskar í evnavali, t.v.s tann ytri leikpallurin skiftir frá eini søgu til aðra. Í stórskornum sundurbýti kann hann vera sálarfrøðiligur sum í Angels Place, søguligur sum í Tann hvíti maðurin, heimssøguligur sum í Gestir hjá feigum, dramakendur sum í Fortuna. Og hann kann eisini vera biografiskur sum í seinastu søguni Ein ónyttug stjørna. Her er tað Janus Djurhuus, skald, ið bókstaviliga gongur aftur. Sum kunnugt skrivaði Hanus ævigsøgu í trimum bindum um skaldið, og hendan søgan er ein skaldslig umskriving og tulking av einum intermezzo, har Anna Djurhuus, seinni kona skaldsins var miðdepil. Hon er høvuðpersónurin í søguni.
Nú er Hanus so farin undir ævisøguna um hitt Áarstovu-skaldið, Hans Andrias; so tað verður spennandi at vita, um vit aftur skulu bíða í 15 ár eftir skaldsligari prosu frá hansara hond. Hetta var ið hvussu er eitt kærkomið stuttsøgusavn, um tað ikki beinleiðis førir við sær eitt nýbrot í føroyskum bókmentum. Vit mugu staðfesta, at høvundurin eftirhondini hevur prógvað, at hann dugir at skriva stuttsøgur og kanska hevur funnið sítt herbergi. Skulu vit nú ikki seta okkum at bíða eftir skaldsøguni..?