Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk frá NSÍ verið kring um í landinum og selt lutaseðlar. Seðilin varð trektur á marknaðardegnum, ið var í høllini í Runavík tann 28. november. Umframt bilin varð eisini trekt um aðrar vinningar sum t.d. familjuferð við Norrønu og flogferð til Danmarkar fyri tvey.
Hepni vinnarin av bilinum, ein Mitsubishi Colt, var Leivur Nattestad í Miðvági. Hann keypti tveir lutaseðlar, og tað var seðil nummar 0055, sum vann.