Lemvig Kamarkór á vitjan

Kamarkórið úr Lemvig hevur konsertir í Fuglafirði, Klaksvík og Havn um vikuskiftið. Á konsertunum luttaka eisini føroysk kór


 

Um vikuskiftið vitjar Lemvig Kamarkór í Føroyum, og kórið fer at syngja á konsertum í Fuglafirði, í Havn og í Klaksvík.

Fríggjakvøldið verður konsert í Fuglafirði, har Fuglafjarðar Sangfelag eisini fer at luttaka. Leygardagin klokkan 11.00 verður kórið úr Lemvig í SMS, og sunnukvøldið verður konsert í Klaksvík, har 17 sangarar eisini verða við.

Fyri nøkrum árum síðani fóru Klaksvík og Fuglafjørður við í samstarv, sum verður kallað Vestnorden. Hetta mentanarliga samstarvið fevnir um Lemvig-økið í Danmark, Tynset-Alvdal í Noregi og so Klaksvík og Fuglafjørð.

Júst í hesum døgum hava umboð fyri Klaksvík og Fuglafjørð verið á mentanarvitjan í Tynset-Alvdal.


Evnaríkur kórleiðari

Í fjør kom Lemvig Kamarkór við eini fløgu undir heitinum »Over Jylland«, har sangirnir eru vakrir fosturlandssangir ? millum annað »I Danmark er jeg født« og »I skovens dybe stille ro«.

Kórleiðari er Erling Lindgren, sum er útbúgvin organistur frá Jydske Musikkonservatorium í Århus. Hann er evnaríkur tónasmiður, orgulsolistur, kórleiðari og jazzpianistur.

Lemvig Kamarkór varð stovnað í 1995, og umframt nógvar konsertir var kórið við í sjónvarssendingum hjá DR, sum vóru kallaðar »Vers og viser om Vorherre«.

Meðan Lemvig sendir eitt kór hendan vegin at syngja, hava fleiri føroysk fótboltsfeløg júst í hesum døgum sent fótbóltslið til Lemvig at verða við í stórari altjóða fótbóltskapping har.