Lena hitar upp fyri Beth Hart

Á 13 konsertum í november og desember fer okkara egna Lena, at hita upp fyri kendu amerikansku songkvinnuna Beth Hart, tá hendan fer á tónleikarundferð í Danmark. Beth Hart hevur seinasta árið vunnið sær fleiri og fleiri fjepparar í Danmark. Og fyri stuttum vann hon Nielsens Musikkontrol Guld Pris, tí stakfløgan hjá henni Learning to live var spæld 10.000 ferð í donskum útvarpi í ár.

Lena gevur í næstum fløguna Cant erase it út í Danmark, og eingin ivi er um, at henda rundferðin er frálík fyri marknaðarføringina av fløguni.
 
Fyrr í ár spældi Beth Hart á Nibe Festivalinum, og tá skrivaði ummælarin hjá Planet soleiðis: Beth spældi klaver og gittar við sveittabroti, og samstundis helt hon øllum uppi við síni frálíku rødd. Í løtum minti hon um eina Janis Joplin í toppformi, og tí kann viðmælið um at lurta eftir Beth Hart bara fara víðari til lesararnar hjá Planet.fo  hon er verd at uppliva!.
 
Tá Lena spældi á MjúS  fyrr í summar, skrivaði eg sjálvur:  Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv Lena hevur ment seg seinasta árið, síðan hon helt útgávukonsert í sambandi við útgávuna av Cant erase it. Serliga tá hon spældi løgini Cant erase it og Catch <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;22&quot;$?$end$!$22</st1:metricconverter$?$end$!$ var menningin sjónlig. <BR>Eitt er at hon er vorðin nógv meira pallvand, men eisini mátin, sum løgini vóru løgd til rættis, var frálíkur. Konsertin var annars merkt av nógvum nýggjum løgum, og tað var tíðiligt, at Lena og Niklas hava nógv uppá hjarta.
 
So samanumtikið kunnu vit bara siga, far á konsert tí Lena og Beth koma framvið nærhendis tær.
 
Hósdagin 10. november Musikteatret í Vejle
Leygardagin 12. november kl.21.00 Tobakken í Esbjerg
Týsdagin 15. november kl. 20.00 Theater í Skive
Mikudagin 16. november kl. 20.00 Rytmeposten í Odense
Fríggjadagin 18. november kl. 20.00 Portalen í Greve
Leygardagin 19. november kl. 20.00 Viften í Rødovre
Mánadagin 21. november Skraaen í Aalborg (útselt)
Hósdagin  24. november Trommen í Hørsholm
Leygardagin 26. november kl. 20.00 Ny Ridehus í Næstved
Týskvøldið 29. november Amager Bio í Keypmannahavn
Mikukvøldið 30. november kl. 20.00 Ringsted Kongrescenter í Ringsted
Hóskvøldið 1. desember Train í Aarhus
Leygarkvøldið 3. desember Sønderborghus í Sønderborg (útselt)