Lene Espersen hugtikin av Christianskirkjuni

Tá ið fundurin millum uttanríkirsáðharrarnar báðar - Lene Espersen og Jørgen Niclasen varð liðugur í Klaksvík í dag, spákaði fylgið heim í Christianskirkjuna, har borgarstjórin Gunvá við Keldu og Alex Sólstein stóðu fyri teimum.

Alex hevði eina hugtakandi frágreiðing um kirkjuna, og tær mongu søgurnar, sum knýta seg at henni og lutunum, ið inni eru.

Síðani endaði Alex Sólstein frágreiðing sína við at syngja, »Nú leiti eg til tína náði«.

- Det vil jeg aldrig glemme, segði Lene Espersen hugtikin av frásøgnini og sanginum. Hon helt tað vera vakurt í Klaksvík við hesum stoltu fjøllunum, og so lá henda vakra Christianskirkjan so prýðilig mitt í millum tey.

So fór fylgið við borgarstjóranum á odda oman í Vágstún, har borgarstjórin greiddi frá Gamla Kirkjugarði og minnisvarðanum. Eisini frá Fípuni Føgru og bygningunum har um vegir.

Veðrið var av tí besta, so tey hugnaðu sær og vildu sleppa at ganga út á Føroya Bjór, har Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri var vertur við ein døgurða.