Leptospirose hjá hundum

Tað eru tvey sløg av Leptospirose - annað nevnt Stuttgarter-hundasjúkan og hitt nevnt smittandi gulsótt ella Weilsk sjúka. Bæði sløgini koma av bakterium, og bæði sløgini kunnu smitta fólk.

Stuttgarter hundasjúkan:
Tá hundurin fær Stuttgarter hundasjúkuna, verða nýrini skadd. Tað kann henda skjótt ella seint - yvir fleiri ár.
Tá nýrini verða skadd eftir stuttari tíð eru sjúkueyðkennini, at hundurin fær høgan fepur, er tystur, pissar lítið og einki, hevur ilt í búkinum og tað er lítið um hann. Tað kann eisini vera, at hundurin fær sár í munnin og á tunguna.
Tá nýrini vera skadd yvir langa tíð eru sjúkueyðkennini, at hundurin er eitt sindur troyttur, spýr, skiftir ímillum at hava leyst lív og harðan maga, umframt at tað lítið og einki er um hundin. Av tí, at eyðkennini eru so mikið veik, kann sjúkan vara í fleiri ár, heilt inntil nýruni ikki fungera longur.
Hundurin vil gjøgnum árini skilja smittandi evni til umhvørvi, og tí verður hann kallaður ein "sunnur smittuberi", sum er til vanda fyri aðrar hundar.

Weilsk sjúka
Hetta er tað slagið av Leptospirosu, sum er staðfest í Føroyum.
Eyðkennini eru, at hundurin brádliga fær fepur, at hann fær gulsótt, soleiðis at húð og slímhindir gerast gul, hann kann spýggja og hava leyst lív við blóðið í, slímhinnurnar í eyganum eru ofta blóðsprongdar og hann kann bløða eitt sindur í slímhinnuni í munninum. Hundurin kann doyggja innanfyri tímar ella dagar, eftir at sjúkueyðkennini eru staðfest.
Bæði Weilsk sjúka og Stuttgarter hundasjúkan eru torførar at diagnostisera einans út frá sjúku eyðkennunum, tí tað eru nógvar sjúkur, ið hava líknandi eyðkenni. Tískil má ein blóðroynd til fyri at staðfesta sjúkuna.
Stuttgarter hundasjúkan verður viðgjørd við antibiotika, og ofta fær hundurin eisini eyka vætu og serligan mat. Weilsk sjúka ger ofta so mikið skjótt um seg, at tað ikki er tíð til at viðgera hundin. Um antibiotikaviðgerðin verður sett í verk nóg skjótt, ber til at forða bakteriuni at náa inn í livur og nýru. Men av tí, at hundurin bert er sjúkur í stutta tíð, áðrenn hann doyr, vil viðgerðin ofta vera til fánýtis.
Tað ber til at koppseta móti Leptospirosu og soleiðis fyribyrgja móti sjúkuni. Í Føroyum er krav um, at allir hundar, sum verða innfluttir og allir hundar, sum fara at ferðast, skulu koppsetast. Enn er krav ikki um, at allir hundar í landinum skulu koppsetast, men landsdjóralæknin mælir til, at hundar, sum eru nógv saman við øðrum hundum, eitt nú til kappingar, framsýningar og venjingar, verða koppsettir. Hugsast skal tó eisini um, at tað er umráðandi ikki at koppseta óneyðugt, tí koppsetingarevnini kunnu hava hjáárin.
Uttanlands verður mælt til, at hundarnir verða koppsettir eina ferð árliga.
Leptospirosu-bakteriur útskiljast gjøgnum landið, og hundurin verður smittaður gjøgnum smásár í húðini og slímhinnunum. Hundaeigarar eiga serliga at ansa eftir, at hundarnir ikki drekka av skitnum hyljum ella koma at vatni, sum kann vera dálkað við kloakk.
Landsdjóralæknin mælir staðiliga frá at lata hundar ganga uttan eftirlit.
Øll hundasløg kunnu fáa Leptospirosu.
Keldur:
Skriv frá Landssjóralæknanum
netdyredoktor.dk
sundhed.dk