Lesnaður og sjálvvenjing fylla dagin í Bielefeld

- Tað er nógv sjálvvenjing á skránni, tí tað ræður um at halda seg í form, og tað er eisini krav frá felagnum, sigur Jóan Símun

Fyri Jóan Símun Edmundsson er dagligdagurin í týska býnum Bielefeld ikki ólíkur døgunum hjá flest øðrum í hesum tíðum. Og reglurnar frá arbeiðsgevaranum eru heilt greiðar, og ikki til at taka feil av.

- Tit skulu halda tykkum innandura sum mest, og fara bara út millum fólk um tað veruliga er neyðugt. Annars skulu tit halda tykkum heima, eru boðini frá Arminia Bielefeld sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

- Tíðin gongur við at hyggja í sjónvarp og lesa. Mær dámar væl at lesa, so tað er fínt at stytta sær stundir við í hesum døgum. Annars er nógv sjálvvenjing á skránni, tí tað ræður um at halda seg í form, og tað er eisini krav frá felagnum. Vit kunnu loyva okkum at fara út, um vit fara ein rennitúr ella til handils. Annars skulu vit bara halda okkum innandura, og so nógv sum tilber fyri okkum sjálvar, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Fer at fylgja við ÍF í ár

Sum 18 ára gamal fór hann uttanlands at liva lívið sum professionellur fótbóltsspælari. Eftir nøkur ár í Onglandi, Norra og Danmark, vendi Jóan Símun aftur til Føroyar í 2014. Fyrst í eitt hálvt ár á Argjum, áðrenn hann skifti til HB. 

Longsulin at sleppa avstað aftur búleikaðist tó alla tíðina í unga toftamanninum, og í januar árið eftir gekk leiðin aftur til Danmarkar. Fyrst til Vejle BK, og síðani til OB. Men Jóan Símun vildi nakað meir, og á sumri í 2018 kom tað heilt stóra skifti, tá hann skrivaði undir sáttmála við týska stórfelagið, DSC Arminia Bielefeld.

##med2##

Men hóast staddur langt heimanífrá, so fylgir Jóan Símun Edmundsson væl við í føroysku kappingini, og hann er sera fegin um møguleikan at kunna síggja føroyskan fótbólt beinleiðis í sjónvarpinum umvegis stroymingina. Fyrst eru tað úrslitini hjá B68, sum verða kannaði. Men í ár fer Jóan Símun Edmundsson eisini at fylgja serliga væl við gongdini hjá fuglfirðingum, nú beiggin, Hákun Edmundsson, er partur av hópinum hjá ÍF

– Eg seti stóran prís upp á møguleikan at kunna stroyma dystirnar í Betri Deildini. Í ár fari eg at fylgja serliga væl við ÍF, har beiggi mín nú spælir. Men eg fylgi eisini væl við hvussu gongur hjá B68, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.

Gleðir seg til Nations League

Í heyst skal føroyska A-landsliðið við monnum undir eina nýggja UEFA Nations League kapping, og sambært Jóani Símun, er hetta ein gyltur møguleiki at prógva, at landsliðið hevur flutt seg rætta vegin seinastu árini.

##med3##

– Vit eru komin í ein spennandi bólk, við londum, sum vit hava góð hagtøl ímóti. Eg haldi sjálvur at føroyskur fótbóltur hevur flutt seg rætta vegin síðstu árini, hóast úrslitini hjá landsliðnum hava verið eitt sindur misjøvn. Men eingin ivi skal verða um, at vit fara inn til hvønn dyst fyri at vinna, og komandi kapping verður einki undantak, sigur Jóan Simun Edmundsson úr Bielefeld í Týsklandi.

Fyribils er eitt sindur ógreitt hvussu verður við altjóða fótbólti, eftir at UEFA í gjár hevði fund, har avgjørt bleiv at útseta dato fyri nær evropesisku kappingarnar skulu avgreiðast.