Nú ber til í orðsins rætta týdningi at fáa ein býráðslim í lumman, tí Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn hevur sum tann fyrst gjørt sína egnu App tað er forrit til iPhone og iPod hjá Apple, har til ber at fylgja við í, hvat politikarin ger.
Levi Mørk sigur, at hann hevur gjørt hetta forritið ella appina, sum tað eisini kallast saman við eini amerikanskari fyritøku, og at appin kann heintast hjá Apple iTunes App Store. Seinni verður hon eisini tøk til iPad, sigur hann.
Eg havi arbeitt eina tíð við ætlanini og sá í fjør, at onkur danskur býráðslimur var tann fyrsti politikarin í Danmark við einari App. So hugsaði eg, at hetta mátti eg royna. Og nú kann appin takast niður, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at við appini ber til at fylgja við hansara politiska arbeiði við tekstum, greinum, kykmyndum, ljóðfílum, myndum og kjatti.
Eg hoyri ofta frá fólki, sum siga, at tað er ringt at fylgja við, hvat vit gera í býráðnum, og her er so ein møguleiki at fáa boðskapin meira út til fólki, sigur Levi Mørk.