Leygardagin sigur FM1 frá HB-NSÍ og Víkingur-KÍ

Dysturin millum HB og NSÍ byrjar klokkan 16, og dysturin millum Víking og KÍ byrjar klokkan 17.

Leygardagin seinnapart sigur FM1 frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. 

Klokkan 16 verður sagt beinleiðis frá dystinum millum HB og NSÍ á ovara vølli í Gundadali. Klokkan 17 byrjar frásøgnin av dystinum millum Víking og KÍ.

Frásøgumenn verða Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge. FM1 fer at halda eitt serliga gott eyga við dystinum millum EB/Streym og B36 í Hólmanum á Eiði, ið byrjar klokkan 16.30.

Samrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo  ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum í Betrideildini hjá monnum.