Leygarkvøldið verður ársins singer/songwriter funnin

Tey eru tey bestu av singer/songwriters í løtuni. Undan finaluni er ógjørligt at siga, hvørt tað verður Jensina, Høgni ella Kári, sum verður ársins besti singer/songwriter

Tað er trupult at spáa – serliga um framtíðina. Men eitt er tó vist: Leygarkvøldið um midnáttarleiti verður Jensina Olsen, Høgni Reistrup ella Kári Páll Nolsøe kosin vinnari av singer/songwriter kappingini 2006.
Kappingin í Hafnia Lounge verður tikin í størsta álvara av bæði luttakarum og áhoyrarum. Tað er ikki nógv galið, tá vit spáa, at Hafnia Lounge verður á tremur við fólki leygarkvøldið. Og tey eru komin fyri at lurta. Eitt forkunnugt innspark til føroyska tónleikapallin.
Fólk eru farin at kjakast um, hvør vinnarin verður á kjak.fo. Har kann ein og hvør geva sítt boð uppá besta luttakaran, men vinnarin finna dómararnir leygarkvøldið kl. 22.
Vinnarin fær tveir upptøkudagar og mest av øllum heiðurin at gerast partur av fína selskapinum av singer/songwriter vinnarum.

Modernað feminisma
Finnur Jensen og Kjartan Hansen eru tveir royndir sjónleikarar og framførarar. Men tað gjørdi ikki mun hjá Jensinu Olsen fyri trimum vikum síðani, tá hon legði Hafnia Lounge fyri sínar føtur og otaði seg víðari í kappingini.
Eitt sindur óvæntað – men so avgjørt uppiborið. Hennara framførsla fangaði. Hon dugir frálíka væl at syngja, og hennara sangir og verumáti bera boð um, at hon hevur nakað serstakt yvir sær.
Styrkin hjá einum og hvørjum singer/songwriter er, at hann ella hon torir at vera tann, ein er. At leggja sínar styrkir og veikleikar fram til skoðan fyri fjøldini. Hetta krevur nakað, og tað vísti Jensina eisini, at hon megnaði til fulnar.
Sum einasta kvinnuliga umboði í finaluni gevur hon kappingini eitt forkunnugt frámerki við hennara tekstum og sangi.

Alt er opið
Høgni Reistrup er ikki fremmandur fyri finalum í singer/songwriter høpi. Hann var við í finaluni í 2003, og tá vóru tað fleiri, sum hildu, at Høgni tað sama kundi vunnið.
Vinnarin ta ferðina gjørdist Kristleif Zachariasen.
Høgni sang seg sannførandi í finaluna í øðrum umfari. Hann tykist at hava ment seg nógv seinnu árini. Royndirnar innan tónleik eru nógvar – bæði innan klassiskan tónleik, kórum og í bólkinum Lawetz.
Hann vil ikki siga nakað um, hvørjir sangirnir verða leygarkvøldið, men tað skuldi verið løgið, um ikki onkur sangur verður spældur fyri aðru ferð í hesum umfarinum. Í øllum førum tóku fólk sera væl ímóti honum í innleiðandi umfarinum. Hann sigur seg fara at gera sítt ítasta fyri at vinna, og tað verður eisini neyðugt, heldur hann fyri.

Aftur á slóðina
Kári Páll Nolsøe er ein annar fyrrverandi finalistur. Hann var í finaluni fyri tveimum árum síðani. Tað svitast ikki, at hann hevur tikið táttin uppaftur við sínum heilt egna stíli. Hann er stundum sveimandi, oftani fangandi og allatíðina húðleyst erligur við sínum tónleiki.
Ikki nakar typiskur føroyskur tónleikur, men fólk ynskja heldur ikki nakra ávísa typu. Bert tú torir at vera tann, tú ert, ert tú komin hálvan vegin.
Kári hevur eisini tað, sum skal til, fyri at koma restina av vegnum á mál. Hann hevur eina góða rødd, og framførslan og gittarspæli stendur mát við røddina.
Kári Páll Nolsøe hevur við jøvnum millumbili traðkað av og á føroyska tónleikapallin seinnu árini. Leygarkvøldið verður hann í fremstu røð, og hann ætlar, sum hann tekur til, at spæla sín tónleik. Hvørki meira ella minni.