Sunnudagin aftaná døgurða, fóru Hans Jákup Hansen, konan og børnini ein túr. Tey ætlaðu sær í viðalundina at geva dunnunum, og komu gangandi niðaneftir Gundadalsvegnum. Konan og 11 ára gamli sonurin steðgaðu við Statoil, og fóru inn at keypa okkurt smáting at hava við í viðalundina.
Hans Jákup og teir báðir tvíburarnir í vogninum gingu spakuliga víðari niðan móti Hvíldarheiminum. Staddur miðskeiðis millum Hvíldarheimið og Ferðaskrivstovuna hoyrir Hans Jákup ein bil koma við øgiligari ferð. - Fyrst steðgaði eg á og hoyrdi, at ein bilur kom við rúkandi ferð. So sá eg hann koma oman eftir vegnum í svinginum, greiðir skelkaði pápin frá.
Hans Jákup sá beinanvegin vandan, og bakkaði tí eitt sindur, áðrenn hann tók beinini á nakkan vendi við, og rann út á vegin við vognum. - Eg sá beinanvegin, at bilførarin als ikki hevði tamarhald á bilinum, so tí gjørdi eg so skjótt av, fortelur Hans Jákup. Eygnavitni siga, at sera trupult er at meta um ferðina bilurin hevði, men øll vóru á einum málið um, at bilurin koyrdi alt ov skjótt í mun til hámarksferðina. Onkur segði eitt stað millum 80 og 100 km/t, men um so er vita vit ikki við vissu.
Kundi dripið fleiri
Men Hans Jákup var ikki einsamallur við barnavogni á Gundadalsvegnum júst tá. Uppi við Hvíldarheimið var ein annar pápi við einum barnavogni, men hann slapp sær inn eftir lítla vegnum har, og slapp tí eisini snikkaleysur.
Bilurin tók í grótgarðin sum er beint har, og fór í leysari luft nakrar metrar gjøgnum luftina, áðrenn hann endaði í nøkrum runnum við endan á garðinum. - Tað minti mesti av øllum um hesar samstoytirnar vit kenna frá Formel 1, tí kúfangarin lá eftir har bilurin tók fyrst, sigur Hans Jákup.
Alt steðgaði upp
- Tá bilurin var steðgaður, var tað fyrsta eg gjørdi at seta vognin uppá gongubreytina aftur. Hesa løtuna kendist tað sum um, at alt steðgaði upp. Eg rann yvir til bilin, fyri at kanna hvussu bilførarin hevði tað. Men annað fólk kom beinanvegin til, so eg fór aftur til vognin. Lítla løtu seinni kom kona mín og sonurin, og tað fyrsta hon segði var, at tað var gott at vit ikki vóru fyri, greiðir Hans Jákup frá. - Tá eg so fortaldi henni hvussu nærvið vit vóru, so gjørdist hon eisini ógvuliga skelkað.
Seinni vísti tað seg, at bilførarin var ómetaliga drukkin, og í útvarpinum mánamorgunin segði løgreglan beinleiðis, at maðurin var skítfullur, so hann kann rokna við at spæla av við koyrikortið.
Ótúliga heppin
Skelkurin situr framvegis í foreldrunum, og Hans Jákup sigur, at tilbururin fyllir ómetaliga nógv. - Vit hava tosað nógv um, hvussu heppin vit hava verið í hesum her. Hevði tað ikki verið tað, at vit steðgaðu í nøkur fá sekund við Statoil, har eg gav konuni pengar, so høvdu vit verið komin tað pettið longur niðaneftir vegnum, og hvør veit, um vit ikki høvdu verið beint fyri tá. Eisini kundu tvíburarnir gingi við síðuna av vogninum, og tá hevði ikki borið til at runnið undan, heldur Hans Jákup fyri, sum eisini vísur á, at hevði hendingin verið ein tíma seinni, so hevði nógv fólk verið í Gundadali til fótbólt, so tað er ófatiligt, at onki álvarsamt hendi.
- Hetta situr framvegis í kroppinum, tað er so sikkurt og vist. Hevði eg verið einsamallur hevði støðan verið ein onnur, og skelkurin kanska ikki eins stórur, men nú hevði eg børnini við, og tað ger støðuna so ógvuliga álvarsama, sigur skelkaði pápin at enda.