Leysasøgur í føroyskum fótbólti

Venjaraskift, spælaraskift og juristar upp á spæl

Her er ein fríggjadagsgrein við øllum teimum leysasøgunum, sum ferðast í føroyska fótbóltsheiminum í løtuni. Tað eru tvey umfør eftir av landskappingini og nógv kann lesast í sáttmálum, og sáttmálum, ið ikki eru gjørdir. Hetta er tað, sum in.fo hevur hoyrt í seinastuni.

 

Bæði NSÍ og HB vilja hava Sámal Erik Hentze, venjara hjá Víkingi, sum venjara til komandi kappingarár. Anders Gerber heldur ikki fram í NSÍ (Sosialurin) og úr NSÍ ljóðar, at felagið hevur Bagga sum fyrsta val.

 

HB hevur ikki longt sáttmálan við Sigfríð S. Clementsen og Rasmus Nolsøe enn. Tað er ikki vist, at so nógv skal lesast í tí, men tað hevur eisini ljóðað, at 07 Vestur vil hava venjaran vestur. Sum skilst, so hevur HB eisini eyguni eftir Sámal Eriki Hentze. Nakað, sum Norðlýsið eisini hevur skrivað.

 

Jóhan Troest Davidsen til NSÍ?

Í NSÍ hava flestu av stuðulsspælarunum longt, men tað ljóðar at felagið møguliga fær tilgongt av Ara Olsen, høgra bakkinum hjá Skála. NSÍ skal eisini ynskja sær liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen. Landsliðsspælarin er uppvaksin í NSÍ og felagið hevur verið eftir honum í fleiri ár. Her er KÍ eisini eitt boð. Hartil hevur ljóðað, at Jan Ellingsgaard ikki heldur fram í NSÍ.

 

Somuleiðis ljóðar, at Víkingur aftur er eftir áleyparanum hjá Skála, Brian Jacobsen. Hann var fyri nøkrum árum síðani á veg til Víking, men skiftið bleiv av ongum. Hartil ljóðar, at Víkingur ynskir Jákup Jacobsen, um Erling Jacobsen ikki heldur fram. Miðverjin hjá Vikingi býr í Havn og hevur verið settur í samband við HB í fjør.

 

HB skal hava gjørt sáttmála við Dan í Soylu, sum í ár hevur spælt við EB/Streymi. Sum skilst, so er hetta greitt fyri sundalagsmonnum, ið royna at fáa Gest B. Dam úr B36, Ara Ellingsgaard úr ÍF og Hans Paula Samuelsen heim úr Víkingi sum avloysarar.

 

Liðskiparin hjá KÍ sigur farvæl

KÍ sigur farvæl til liðskiparan, Jonas F. Rasmussen (Norðlýsið). Tað hevur eisini ljóðað, at framtíðin hjá Ahmed Mujdragic og Albert Adu er óviss í felagnum. KÍ skal hava verið eftir spælarum sum Bartali Wardum hjá HB. Í fjør kláraði felagið at lokka Hørð Askham úr B36 til Klaksvíkar. Har ljóðar eisini, at um miðverjin fær møguleikan at fara av landinum at spæla, so fer hann tað, hóast hann hevur sáttmála við KÍ. Tað hevur eisini leingi ljóðað, at Ken Fagerberg (07 Vestur) er eitt heitt boð í Klaksvík.

 

Hartil er skjótt at hugsa sær, at TB/FCS/Royn, sum enn ikki hevur longt samstarvið við Maurice Ross, vil hava Albert Adu aftur í felagið. Sum skilts, so er skotski venjarin sinnaður at halda fram í landinum, men ikki hjá felagsliðnum.

 

Í B36 ljóðar, at Tórður Thomsen ikki heldur fram í felagnum. Trygvi Askham, sum hesa ferð er úttikin til landsliðið, er útleigaður til EB/Streym, men verður aftur í B36 komandi ár. Millum annað skulu boð hava verið eftir Tórði Thomsen úr Íslandi. Ein møgulig tilgongd er Michal Przybylski úr Skála.

 

Venjaraloysi?

Í løtuni eru tað bara B36, KÍ og EB/Streymur, sum hava sett venjara. Nøvn sum Eyðun Klakstein, Bill M. Jacobsen og Trygvi Mortensen eru nevndir í samband við onkrar venjarasessir, men enn eru nógvir ósvaraðir spurningar.

 

Í 1.deild ljóðar, at Kári Reynheim ikki heldur fram í AB, men at Sorin Anghel verður nýggjur venjari saman við Dmitrije Jankovic. Eisini skal ÍF hava í sinni at leingja samstarvið við Oddbjørn Joensen, ið saman við Alberti Ellefsen hevur tikið yvir í fuglafirði.

 

Til seinast ljóðar, at 07 Vestur ikki hevur slept Michal Przybylski-málinum. Felagið skal hava sett jurist á málið og verið í samband við onnur feløg. Felagið heldur ikki, at alt hevur spælt rætt av, hóast aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum hevur sagt, at alt er farið rætt fram.

 

Við hesum gitingunum fær Skála torført við at manna lið, meðan einki boð er upp á ein venjara í Víkingi. Hetta skal takast fyri tað tað er – leysasøgur. Ein søga var eisini, at Róaldur Jakobsen skuldi verða á veg til KÍ, men tað søguna hevur hann avsannað á Rás2 í dag. Miðvallarin hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár.