Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå máttu ferðast langu leiðina heilt suður til Malmö fyri at spæla fyrsta dystin aftaná summarsteðgin í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Dysturin móti toppliðnum, Malmö FF endaði við javnleiki 0-0, ið má sigast at vera eitt gott úrslit fyri Piteå.
Malmö hevði bóltin næstan tveir triðingar av tíðini, og tær høvdu munandi fleiri málroyndir enn útiliðið, men Piteå megnaði at hóra undan og fáa eitt gott stig við sær.
Piteå er nummar sjey í deildini við 15 stigum. Tær hava seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, og tær hava sjey stig upp til Malmö FF, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár.
Leygardagin 9. august klokkan 13 spælir Piteå dyst á heimavølli móti liðnum hjá Jóhonnu F. Sørensen, BK Häcken.











