Liðið hjá Gunnari er fremst í Íslandi

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu á útivølli

Tvey føroyingalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Hesaferð slapp Gunnar Vatnhamar á vøllin í 71. minutti, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu 2-0 á Fylkir á heimvølli. 

 

Víkingur skoraði bæði málini fyrstu 15 minuttirnar av dystinum. Birnir Snær Ingason og Oliver Ekroth syrgdu fyri málunum.

 

Víkingur er fremst í deildini við seks stigum, og er einasta liðið við fullum stigatali.

 

Patrik Johannesen var við frá byrjan, og hann fekk 63 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik á útivølli vunnu 2-0 á Vali.

 

Gísli Eyjólfsson legði Breiðablik á odda 1-0 tá bert sjey minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Patrik kom til onkran málmøguleika, men hevur enn fyrsta landskappingarmálið fyri Breiðablik til góðar.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Stefan Ingi Sigurðarson til 2-0 til Breiðablik.

 

Klæmint A. Olsen var ikki partur av hópinum hjá Breiðablik til dystin í kvøld. 

 

Breiðablik hevur trý stig aftaná tvey tey fyrstu umførini. 

 

Komandi sunnudag spælir Breiðablik á útivølli móti ÍBV. Mánakvøldið 24. apríl spælir Víkingur grannauppgerð móti KR á útivølli.