Liðið hjá Tróndi vann á liðnum hjá Ísaki í steypakappingini

HF Karlskrona vann seg í hálvfinalurnar við minsta muni

Í kvøld tók HF Karlskrona uttan ein skaddan Trónd Mikkelsen móti Ísaki Vedelsbøl og liðfeløgum hansara í Sävehof í seinnu fjórðingsfinaluni í svensku steypakappingini. 

 

Sävehof vann fyrru fjórðingsfinaluni heima í Partille 39-35, og hevði tí ein lítlan fyrimun undan dystinum í kvøld. Men Karlskrona vann 35-30 á Sävehof í kvøld, og tað gav Karlskrona ein samlaðan tepran 70-69 fjórðingsfinalusigur. Sostatt hevur Karlskrona vunnið seg í hálvfinalurnar.

 

Ísak skoraði tvey mál fyri Sävehof.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 verður føroyingauppgerð leikt í bólki G í EHF European League. Tá taka Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Sävehof í ZAG Arena høllini í Hannover.