Hóast dømini ikki eru so nógv, so finnast her í Føroyum dømi um filmar, sum vórðu tiknir av hvíta løriftinum, tí hesir vórðu mettir at vera í stríð við sonevndu blasfemi-greinina í revsilógini.
Tá Jens Jørgen Thorsen í 60unum gjørdi sín film um Jesus, skapti hetta mikla øsing kring allan heimin. Eisini her í Føroyum ilskaðust fólk um filmin, men fram á hvíta løriftið her heima kom hann tó ongantíð. Filmseftirlitið hevði filmin til ummælis, og teirra niðurstøða var greitt, at hesin kundi metast at vera í stríð við revsulógina, um hann varð sýndur. Hvørt hann hevði verið vístur undir nøkrum umstøðum, er tó rættiliga ivasamt, skilst.
Og tá Terry Jones og hansara Monty Python-harkalið í 1979 framleiddu Life of Brian, kom hesin heldur ikki gjøgnum meskarnar hjá eftirlitinum. Sambært Eyðun Joensen, táverandi formanni, so metti filmseftirlitið, filmurin fór at særa ein stóran part av kristnu Føroyum, og tí fráráddu teir føroysku biografunum at sýna filmin. At tað so neyvan fær skapt tað heilt stóru øsingina, at sami filmur í dag kann vísast bæði á SvF og nógva aðra staðni við, sýnir helst bara, hvussu áskoðanin á kristindóm, gudsspottan og kanska eisini tolsemi hevur broytt seg hesa seinastu góðu fjórðings-øldina.