Lina Høgnesen

19. septembur 1927 – 24. apríl 2009

Góða mamma!


Varð tað, sum náttúran spældi kortini fyri 52-53 árum síðani, so var eg ikki her í dag. So hevði tú havt livað meg av við 52 árum. Men tit vildu tað øðrvísi, og tað er ein longri søga, sum eg altíð havi havt við mær í virðing. Men tað var ein kolikkur fyri fimm árum síðani sum flutti hesa søguna úr høvdinum og teimum sentimentalu kenslunum og í mønu og merg. Tað var ikki ein drúgvur kolikkur, men bara ein uppá 2-3 vikur. Ikki ein ringur kolikkur, men bara ein mildur kolikkur. Men knappliga upplivdi eg tað, sum eg ongan kjans havi at minnast. Og eg græt. Sum eg bar Róa upplivdi eg sterkari enn nøkur videoupptøka hevði kunn¬að fortalt mær, hvussu tú og tit hava borið meg, á degi, á kvøldi og á nátt ... dagar út í eitt og í áravís ...


Andlátið av tær var lýst sum hjá teimum flestu: Lina Høgnesen – uttan tittul – and¬aðist á Landssjúkrahúsinum. Men eg kann saktans ímynda mær eina lýsing, har tú hevði ein fínan tittul og andaðist onkunstaðni úti í heimi. Tú lærdi til sjúkrasystir. Men ein elevur, sum bar barn undir belti, kundi ikki verða sjúkrasystir. Ikki tí at ráðini ikki vóru til tess. Ikki tí at farloyvi ikki var upp¬funn¬¬ið. Nei, elevurin var fallin og hevði ikki tignina at bera kappan.


Tú hevði verðið ein fín sjúkrasystir. Upplagdur kandidatur sum besta sjúkra¬syst¬ir, sum Føroyar ongantíð hava havt. Tú hevði eitt heilt framúr talent fyri at liva teg inn í støður, at fornemma menniskjur og at skipa fyri. Eitt heilt sjáld¬samt talent at skipa fyri! Hvør veit: Kanska hevði tú verðið sjúkrarøktarstjóri og verið við til at sett skikk uppá tað sjúkrahúsverkið, sum tú tænti í eini 30-35 ár.


Tú kundi eisini havt verðið akademikari. Ikki í matematikk. Ikki í máli. Men okkurt við organisatión – kanska stjórnmálafrøðingur, sosiologur ella antropo¬logur, ið stóð fyri menningararbeiði burturi í londum ... tikin úr leikum at halda skil á tilfari og tíð¬arætlan og at fáa menniskju at samvirka. Ella tú kundi verið gastronomiskur am¬bassa¬¬dørur fyri Føroyar og føroyska matmentan á Norður¬atlants¬bryggjuni ella onkra aðra¬staðni á globusinum ...


Alt hettar eru bert orð, orð og orð, mamma. Míni orð um tað, sum kundi havt verið, men sum ikki bleiv. Og hettar við teimum mistu møguleikunum kundi verið sagt um so mong í tínum ættarliði, kanska serliga kvinnurnar. Men eg veit um nógv í tínum ættarliði, sum eru beisk um og ógvuliga ávirkaði av, at teim¬um ikki untist umstøður at royna síni evni og sínar førleikar til fulnar. Óivað hevur tú havt tínar innhugsnu løtur um hettar, men tað merkti teg ikki á neilig¬an hátt. Tú tókst veruleikan, sum hann var, og vart heil har tú vart.


[Tú arbeiddi úti og heima, mamma. Og hvørjum eg so møti, so fært tú sama góða skoðs¬mál. Tað leið so væl eftir, sama um tað snúði seg um matgerð, klædnavask ella okkurt heilt ann¬að. Tú hevði tína greiðu uppfatan av, hvussu tingini skuldu gerast. Minnist tú hitt kvøld¬ið, tá ið Dagur & Vika bar tey tíðindi, at tað var nógv dýrast pr kilo at vaska klæðir á Klaks¬¬¬vík¬¬¬ar Sjúkrahúsi? Og tí mæltu landsins heilsufakligu heilar til at leggja vaskaríið niður ... Tá hevði tú lagt alla orku í at trimma arbeiðsplássið til tann beiska kreppuveruleik¬an, - ikki uttan svørðslag, men við eini fyriskipan, ið skapti virðing. Tú segði bara so sátt¬liga: “Hatt¬ar kann ikki passa. Far og kanna hattar fyri meg!”. Og í sam¬starvi við leiðslu og starvsfólk fekst tú prógvað, at púrt einki var í pástandinum. So væl var trimmað, at fíggj¬arnevnd løgtingsins í allari stillheit legði frágreiðingina burtur og tók ong¬an¬tíð málið upp á tungu aftur.]


Tú livdi títt stilla lív, mamma. Men tað er synd at siga, at tað var stilt rundan um teg. Og hvussu kundi tað tað: “Vit eru seks menn og so mamma!” sum ein okkara tók til, tá ið hann var spurdur, hvussu nógvir beiggjar vit vóru. Úti í tún¬inum spældu heil fót¬bóltslandslið – Ongland og Brasilia og Týskland og hvat veit eg, og spældu tey ikki í tún¬in¬um, so spældu tey í gongini. Og úti í kamar¬inum sjangraði ikki bara ein band¬upp¬¬takari, sum hjá flestum ungdómum. Nei, uppi á loftinum trenaði eitt fullmannað orkestur við fullari útgerð at spæla til dans. Og úti í túninum komu og fóru knallertir og bilar, og vissi tey ikki komu ella fóru, ja so stóðu tey har og blivu spydaði upp bara soleiðis so hissini ella blivu repareraði ella vaskaði við víðopnum hurðum og ‘fuld musik’ ...


Tú hevði ein einastandandi humoristiskan sans. At tú ert farin er bæði veruligt og ó¬veru¬ligt í senn. Og meðan eg stóð og hugdi niðuryvir teg fríggjamorgunin, har tú lá so náttúrlig og vøkur og tignarlig, og kenslurnar slitu allar teymar, tá trokaði tín sans¬ur fyri lívsins gaman og álvara seg fram í mær, og eg sá knapp¬liga fyri mær, at tú lat eyg¬uni upp og segði við meg: “Statt ikki her og grát sum eitt býtt. Skrubba av til arb¬eið¬is við tær!”. Hvørt skal siga: Hettar er sum tað eig¬ur at vera og er einki at gráta um.


Einaferð, tá ið ein abbadóttir spurdi teg um okkurt, sum eg havi gloymt – eg haldi tað var eitt ungdómsbílæt av tær – so svaraði tú, at “hattar var tá ið omma var ung og pen”. “Og rík!” smekkaði ommudótturin til. Hon hevur tað ikki frá fremmandum. Og rík vart tú, og eins og sóljugentan og Karin, so gavst tú, - gavst av tínari tíð, tínum tolni og tínum talentum. Tú hevur ríkað okkum so tað forslær, bæði í fyrsta og annað og triðja lið ...


Hvønn dag, mamma, rammaði tú lívið inn hjá mær, - morgun og kvøld. Hvønn morg¬un ferðaðist hond tín fyri eygum mínum á ytstu gátt, meðan tú mutlaði nøk¬¬ur orð, tey somu hvørja ferð. Eg upplivdi tað altíð eitt sindur sum eina flugu sum surr¬aði fyri and¬lit¬inum, men samstundis sum nakað blítt og unniligt og gott. Ong¬¬antíð fekk eg við, hvørji orðini vóru, og ongantíð síðani havi eg spurt teg heldur. Men enn føli eg tær kærleikans hendur og enn síggi eg fyri mær tey kær¬leikans eygu, sum sleptu mær út í dagin. Og tá ið dagurin var at enda kom¬in, so sangst tú “Góða mamma, eg vil sova ...”. Altíð. Helst hevur tú mangan verið nógv móð¬¬ari enn eg. Eg má siga akkurát sum er, mamma, men skomm at siga frá, so veit eg ikki, um tú sang væl. Men einki hoyrdi eg vakrari, inniligari og eym¬ligari enn hendan sangin, sum bar meg inn í svøvnin hvørt kvøld.


Men nú skal eg gevast at tosa, mamma! Tú skalt hiðani, og sjálvt um síðsta tár¬ið ikki er felt, so er hettar akkurát sum tað eigur at vera. Og eg veit akkurát hvussu tú hevur tað: Tú vilt vera betíðs! So nú skalt tú sleppa hiðani ... Men eg haldi, at eg tosi fyri okkum allar, tá ið eg sigi, at tú sleppur ikki hiðani uttan at vit hava sungið “Góða mamma, eg vil sova” fyri tær”. Tað skuldi bara mangla!


Hvíl í friði, mamma, og takk fyri alt ... 


Ólavur