Í dag er kunngjørt, hvørji fólk skulu vera við til at døma europeisku Eurovision sangkappingina, sum verður hildin í næstu viku.
Hvørt av teimum 43 luttakandi londunum hevur ein dómarabólk, sum saman við almennum atkvøðum avgera, hvussu londini atkvøða í kappingini. Í hvørjum dómarabólki eru fimm limir við fólki, ið hava innlit í tónleik.
Føroyska songkvinnan Linda Andrews verður ein av dómarunum í danska dómarabólkinum hesaferð. Hon skal saman við Søs Fenger, Emmelie de Forest, Lasse Meling og Bryan Rice meta um teir ymisku sangirnar í Eurovision kappingini.
– Eg eri sera glað fyri og errin av, at eg havi fingið hesa uppgávu, sigur Linda Andrews.
Samanlagt eru 215 dómarar í teimum ymisku dómarabólkunum. Yngsti dómarin er 16 ára gamal, og tann elsti er 74 ár. 102 kvinnur og 113 menn eru í dómarabólkunum kring Europa.
Eurovision verður í ár hildið í Lisbon í Portugal dagarnar frá 8. til 12. mai.