Lindberg verður liðfelagi hjá føroyskum EM-hetjum komandi árini

Hans Lindberg verður í summar liðfelagi við Hákun West av Teigum, og í 2024 sannlíkt liðfelagi hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen

Hans Lindberg fer at hava føroyskar liðfelagar komandi árini

Komandi kappingarár fara tveir føroyingar at vera á vøllinum fyri HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Rói Berg Hansen hevur verið á liðnum hjá HØJ nøkur kappingarár nú, og komandi kappingarár verður landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen eisini at síggja á vøllinum fyri HØJ.

 

Á sumri í 2024 verður ein hin størsta legendan nakrantíð á danska landsliðnum, Hans Lindberg eisini í hópinum hjá HØJ. Hans Lindberg og HØJ hava gjørt ein trý ára sáttmála. 

 

Hans Óttar Lindberg, ið er av føroyskari ætt umvegis Ísland hevur vunnið alt sum vinnast kann við danska landsliðnum, og hevur spælt í týsku bundesliguni í 16 ár. Fyrst við Hamburg í átta ár, og seinastu sjey árini við Füchse Berlin.

 

Hans Lindberg fer at spæla eitt kappingarár aftrat í Füchse Berlin, og tí verður Hans Lindberg liðfelagi við Hákun West av Teigum í eitt kappingarár. 

 

Hóast Hans Lindberg er av føroyskari ætt hevur hann verið sjáldsamur gestur her í Føroyum. Tá Føroyar møttu Danmark í EM-undankappingardysti í Skjern 27. oktober í 2018 segði Hans Lindberg í samrøðu við Portalin, at tað var ikki nakað serstakt eyka fyri hann at møta Føroyum. Men nú sleppur hann so at vera á liði saman við nøkrum "hálvum" landsmonnum í nøkur kappingarár. Fyrst í Füchse Berlin og síðani í HØJ. 

 

Hans Lindberg fer at hava føroyskar liðfelagar komandi árini