21. januar í ár vóru 9 ár liðin síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevarnir veita Lindini, bar als ikki til á henda hátt at senda gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.
Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, men alt kostar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.
Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið á midnátt verður spennandi stuðulsdagur í Lindini: Jenis av Rana og Tór Arni Samuelsen fara út við mikrofonini og Preben Hansen, Erna Háberg og Hjørdis Háberg Petersen fara at sita í stovuni í Lindini. Tónleikaframførslur og gestir verða eisini við í sendingini.
Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um nógvar góðar vinningar m. a. flogferðir, veðurlamb, vikuskifti á gistingarhúsi, gávukort og mangt annað. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður hvønn heilan tíma og kl. 23:00 verður drigið um høvuðsvinningin.
Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 3. okt. frá kl. 14.00 til midnátt.