Seinnapartin klokkan 16.45 verður fyrri dysturin í Europa League undankappingini millum HB og Linfield FC úr Norðurírlandi á ovara vølli í Gundadali.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta við áwww.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7. Samrøður við umboð fyri HB koma út á in.fo aftaná dystin.
Hetta er fimtu ferð Linfield FC vitjar í Føroyum í dystum í Europa League og Champions League undankappingum. Tríggjar ferðir hevur Linfield FC vunnið tepurt aftaná tveir dystir, og á einum sinni hava teir vunnið greitt.
Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum.
Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League.
Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.
Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.
(Kelda: Faroesoccer)
Linfield hevur sostatt havt tað strævið í trimum førum móti føroyskum liðum, og so er at vóna, at tað aftur verður strævið hjá teimum í Gundadali móti HB, og tað koppar til tað føroyska liðið hesaferð.
Farna leygardag spældi LInfield FC venjingardyst móti Dundela úr næstbestu norðurírsku fótbóltsdeildini sum fyrireiking til Føroya-ferðina. LInfield vann dystin 2-1. Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##