Finnur Johansen úr Vestmanna og Linjohn Christiansen úr Skálavík hava starvast í samfull 40 ár hjá Royal Greenland.

Linjohn og Finnur hava siglt hjá Royal Greenland í 40 ár

Tveir føroyingar, Finnur Johansen úr Vestmanna og Linjohn Christiansen úr Skálavík, kunnu hátíðarhalda, at teir hava starvast í samfull 40 ár hjá Royal Greenland.

Finnur Johansen úr Vestmanna og Linjohn Christiansen úr Skálavík hava starvast í samfull 40 ár hjá Royal Greenland.

Í sambandi við runda dagin heiðrar grønlendska fiskivinnufelagið báðar fyri drúgva og trúgva tænastu umborð á trolaraflotanum.

 

– Tað hevur verið ein heiður at vera við til at útbúgva grønlendskar fiskimenn til yvirstýrimenn og skiparar á okkara skipum, sigur Linjohn Christiansen í einari heilsan frá Royal Greenland.

 

Hann sigur, at tað altíð hevur ligið honum nógv á hjarta at menna og varðveita eina sterka grønlendska manning.

 

Sambært Royal Greenland hava Finnur Johansen og Linjohn Christiansen verið ein týðandi partur av trolaraflotanum í fýra áratíggju.

 

Teir hava ikki bara siglt, men eisini verið við til at menna nýggj skip og læra upp nýggjar starvsfelagar.

 

– Takk fyri tykkara stóra innsats og trúfesti gjøgnum mong ár, skrivar Royal Greenland í heilsanini til teir báðar.

 

Finnur Johansen úr Vestmanna og Linjohn Christiansen úr Skálavík hava starvast í samfull 40 ár hjá Royal Greenland.