Tólv av okkara fremstu myndlistafólkum hava gjørt hvør sína mynd til teir tólv mánaðirnar í árinum, og stutt frágreiðing er á føroyskum, enskum og donskum um myndlistafólkini.
Listafólkini eru Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Astri Luihn, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Sigrun G. Niclasen, Amariel Norðoy, Aase Bømler Olsen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni og Kári Svensson.
Føroysk myndlist er ein góður ?ambassadørur? fyri Føroyar, og er Listakalendarin frálíkur at nýta sum gávu, bæði hjá einstaklingum og stovnum.
Fyrta útgávan, Listakalendarin 2002, var væl umtókt og er nú útseld.
Listakalendarin er mátin hjá listafólki at sýna fram og breiða vitan um føroyska myndlist. Listafólkini vóna, at hesin kalendarin fær somu góðu móttøku, sum tann undanfarini. Hann er til keyps í sølubúðunum fyri 148 kr.