-Eg haldi sjálvur, at íslendsku stigtakararnir hava verið sera hepnir við hesi framsýning. Hon er bæði væl vald út og væl sett upp, og hon er ikki minst sera fjølbroytt.
Sjálvur heldur Kári, at tað hevur nógv at siga fyri føroyingar, at vit sleppa at luttaka á eini slíkari framsýning, tí sjálvt ikki kendir íslendskir listamenn hava so lætt við at sleppa at sýna fram á Kjarvalsstøðum.
Nú tosað verður um at marknaðarføra Føroyar á ymsan hátt, eitt nú við okkara fótbóltslandsliði, við einum nýggjum útflutningsráð osfr., hvønn týdning heldur Kári Svensson tá, at føroysk list hevur fyri marknaðarføring av Føroyum sum so!
-Vit listafólk hava ilt við sjálvi at stíla fyri framsýningum í útlandinum. Saknur er á onkrum, sum kann samskipa hetta.
Kári Svensson vísir á, at listafólk í Føroyuum gera sanniliga nógv fyri at kunna um landið og fólkið her. Sjálvur hevur hann hildið tríggjar fyrilestrar fyri útlendskum gestum um føroyska list. Bara í summar hevur hann tosað fyri 200 fólkum. Og hóast man ikki hugsar um tað, so er hetta eisini ein partur av marknaðarførinini av Føroyum.
-Skal eg vera ærligur, so haldi eg, at listin og føroysk listafólk eru minst líka góðir ambassadørar fyri Føroyar sum t.d. tað nógv umrødda fótbóltslandsliðið. Eg haldi tað er frálíkt, at okkara fótbóltsspælarar royna seg úti í heimi, men taka við so listina við eisini, so haldi eg, at hon vinnur eitt sindur oftari. Haraftrat er kritikkurin, sum føroysk list fær í útlandinum, sera positivur.
Listin dregur ferðafólk hendavegin
Kári Svensson heldur fyri, at tað uttan ivi eru mong ferðafólk, sum koma henda vegin, drigin av tí føroysku list tey hava sæð í útlandinum. Kanska nettup tí er tað so týdningarmikið, at eisini føroysk list er umboðað í útlandinum, tá vit skipa fyri tiltøkum.
Ongan mentanarpolitikk
Kári Svensson telist annars millum teirra, sum halda, at vit í Føroyum als ongan mentanarpolitikk hava og vísir hann í hesum sambandi á, at stuðulin til myndlistina og mentanina í Føroyum sum heild fær sammeta vit við Ísland. Her er hann nærum eingin. Og her eru vit eftirbátar so tað forslær. Latið okkum so vóna, at her hendir okkurt áðrenn ár 2000.
Hann sipar her eisini til hølisviðurskifti hjá mentanarfólki og stovnum í heila tikið. Eisini har eru vit sera aftarliga. Og hetta kenna ikki minst myndlistamenn á sínum egna kroppi.
Kári Svensson vendir aftur til Reykjavík og heldur tað ikki er ov nógv sagt, at tey listafólk, sum í hesum døgum luttaka á framsýningini í Reykjavík, eru góðar ambassadørar fyri okkara land.
Oljan og listin
Nú tað er heilt vanligt, at ein vinna sum oljuvinna stuðlar listini bæði í Noregi og Bretlandi spurdu vit Kára Svensson, um hann heldur tað vera rætt og gott, um útlendska oljuvinnan eisini stuðlar føroyskum listafólkum. Hann sigur, at sjálvur sær hann bæði fyrimunir og vansar við eini komandi oljuvinnu, og her hugsar hann ikki minst um vandan fyri dálking. -Men hinvegin haldi eg tað vera sera skilagott, koma oljufeløgini henda vegin, at um tey vilja stuðla føroyskari mentan, sum í dag ikki fær neyðuga stuðulin aðrastaðni frá.
Kári Svensson sigur annars, at hann sær eisini fram til ta stóru framsýningina, sum verður á Den Frie í Danmark í mai næsta ár. Eisini tí at tann framsýningin verður enn meira fjølbroytt, við tað at nógv fleiri listafólk vera við tá. Tá verður eisini nakað av tí nýggjasta í føroyskari list og ikki bara tann traditionella listin við.