Lítið hald í ringum umdømi

Síðst í november varð skipað fyri nøgdsemiskanning millum foreldur, sum hava børn í dagstovni í Sandavági.

Síðst í november í 2015 varð skipað fyri nøgdsemiskanning millum foreldur, sum hava børn í dagstovninum - Sóljugarði - í Sandavági. Tað var foreldraráðið aftan fyri stovnin, sum skipaði fyri kanningini.

 

- Vit 67 spurnarbløð inn aftur, umboðandi 55 børn. Hetta eru vit væl nøgd við. Býtið millum stovurnar er eisini rættiliga javnt. Breið undirtøka gevur okkum eitt gott grundarlag at meta út frá og at arbeiða víðari við.

 

Tað sigur Lív Vilhelmsen, forkvinna í foreldraráðnum í Sóljugarði.

 

- Út frá miðaltølum má sigast, at nøgdsemi millum foreldur í Sóljugarði sum heild er sera gott. Fyri øll økini, sum spurt varð um, er galdandi, at miðalmetini liggja millum umleið 3,5 og 4,5 á einum skala, har 1 er lægst - og 5 er best.

 

Hon heldur, at øll eiga at fegnast um úrslitið sum eftir hennara tykki staðfestir, at lítið hald tykist vera í ringa umdøminum, sum Sóljugarður hevur verið lagdur undir í seinastuni.

 

- Í foreldraráðnum eru vit fullgreið yvir, at miðaltølini í sjálvum sær ikki siga allan sannleikan um støðuna. Tískil hava vit greinað úrslitini á ymiskan hátt, sum gevur okkum eina fjølbroytta støðumynd av einstøku spurningunum, eitt nú fyri hvørja stovu sær.

 

Lív Vilhelmsen sigur, at saman við viðmerkingunum hevur foreldraráðið fingið eina rættiliga greiða fatan av, hvørji øki/ evni krevja uppfylging.

 

- Foreldraráðið fer at viðgera úrslitini nærri saman við kommunu og stovnsleiðslu, og tá er ætlanin at gera felags niðurstøður - og ætlanir fyri víðari arbeiðið við úrslitunum, leggur hon aftrat.