Um trý korter til níggju fór bjargingarbáturin Lív av Havnini. Ein sløkkiliðsbilur kom stutt innan koyrandi við útrykningi oman á bátin og menn fluttu ymiska útgerð umborð.
Av brandstøðini í Havn siga tey, at ein fráboðan er komin um, at ein bátur á Lambavík tekur sjógv inn. Tí er Lív nú á veg á Lambavík at vita, um teir kunnu lensa bátin.