Liverpool og United vilja hava heimsmeistara

Premier League: Liverpool og Manchester United vilja bæði hava sama spælara

Mynd: (Scanpix) Alexis Mac Allister (t.v) í dysti móti Tottenham

Tað nærkast kappingarenda í Premier League og leysasøgurnar um spælaraflytingar byrja at taka dik á seg. Ein maður, sum fylgir væl við er fótbóltsskrivarin, Fabrizio Romano.

 

Hann skrivar at bæði Liverpool og Manchester United vilja hava argentinska heimsmeistaran, Alexis Mac Allister. Miðvallarin spælir við Brighton, sum hevur eitt gott kappingarár.

 

Søgan sigur, at bæði Liverpool og Manchester United hava verið í innleiðandi samráðinum við toymið rundanum um 24 ára gamla Alexis Mac Allister og Brighton. Liverpool hevur boðað frá fleiri broytinum í hópinum í summar, meðan Erik ten Hag, venjari hjá Manchester United, enn roynir at seta sín dám á liðið.

 

Brighton keypti Alexis Mac Allister frá Argentinos Juniors í 2019. Hann hevur tvey ár eftir at sáttmálanum og prísurin fyri miðvallarin fór væl upp, tá hesin saman við Lionel Messi vann HM í Katar í vetur.

 

Mynd: (Scanpix) Alexis Mac Allister (t.v) í dysti móti Tottenham