Liverpool slapp við skrekkinum

Premier League: Liverpool hálar tvey stig inn á Manchester City, men tað var undir umstríddum umstøðum

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk og verjan hjá Liverpool hevði úr at gera í dag

Liverpool hevur í dag vunnið seg tvey stig inn á oddaliðið, Manchester City, við einum umstríddum 3-1 sigri á Crystal Palace. Liverpool er nú komið væl frá dystunum uttan Sadio Mané og Mohamed Salah, sum spæla í afrikanska meistaraheitnium, har finalan verður 7. feburar.

Liverpool byrjaði væl í útidystinum móti Crystal Palace og var á odda 2-0 eftir ein dominerandi hálvan tíma. Virgil van Dijk og Alex Oxlade-Chamberlain skoraðu málini. Síðani legði heimaliðið, sum hevur legendariska Arsenal miðvallaran, Patrick Vieira, við róðrið trýst á Liverpool.

Teir skuldu helst havt skorað minst tvey mál, áðrenn teir megnaðu at minka um munin í seinna hálvleiki. Nakrar fáa minuttir fyri tíð fekk Liverpool eitt umstrítt brotsspark, sum er millum tey heilt bíligu í hesum kappingarárinum. Fabinho skoraði og setti punktum.

Manchester City spældi í gjár javnleiki 1-1 móti Southampton, so nú er munurin níggju stig niður til Liverpool, sum tó hevur ein dyst til góðar.

1Man City23183255:1457
2Liverpool22146258:1948
3Chelsea23128346:1844
4Man Utd22115636:3038
5West Ham23114841:3137
6Arsenal21113733:2536
7Tottenham19113526:2236
8Wolves21104719:1634
9Brighton22612423:2330
10Leicester2075834:3726
11Aston Villa21821128:3226
12Southampton22510726:3425
13Crystal Palace2259831:3424
14Brentford23651226:3823
15Leeds2157924:4022
16Everton20541124:3519
17Norwich City22441413:4516
18Newcastle21291021:4315
19Watford20421423:4014
20Burnley1819816:2712

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk og verjan hjá Liverpool hevði úr at gera í dag