Liverpool steðgaði Leicester

Leicester tapti í dag fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum á útivølli

 

Fleiri spennandi dystir hava verið á skránni í Premier League í dag, har tann stóri fótbóltsdagurin ”Boxing Day” er á skránni.

 

Fyrr í dag vann Stoke 2-0 á Manchester United.

 

Les eisini: Nú rýkur Van Gaal

 

Og klokkan 15:00 byrjaðu so fleiri av hinum dystunum.

 

Mest spennandi dysturin var á Anfield, har oddaliðið Leicester, vitjaði Liverpool. Leicester hevði undan dystinum ongan dyst tapt á útivølli, meðan úrslitini hjá Liverpool seinastu tíðina hava verið trilvandi.

Men tað vendi í dag. Liverpool vann nevniliga dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt belgiumaðurin, Christian Benteke, tá eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki. Ósigurin hjá Leicester ber við sær, at um Arsenal seinni í kvøld vinnur sín dyst, eru teir nýtt oddalið í Premier League.

 

Í London spældi Chelsea á heimavølli móti Watford. Tann dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Heimaliðið Chelsea, var tættari uppá at fáa sigurin, tí tá støðan var 2-2, fingu teir brotsspark. Oscar brendi tó brotssparkið fyri Chelsea, soleiðis at endaliga støðan var 2-2.

 

Í Manchester vann Manchester City ein sannførandi 4-1 sigur móti Sunderland. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdi Manchester City bart, tí longu aftaná 22 minuttir var støðan 3-0 til Manchester City.

 

Seinasta oddaliðið sum eisini var í dysti var Tottenham, sum á heimavølli spældi móti Norwich. Teir vunnu sannførandi 3-0 við tveimum málum frá Harry Kane, umframt einum frá Tom Carroll.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Stoke – Manchester United 2-0

Bournemouth – Crystal Palace 0-0

Aston Villa – West Ham 1-1

Chelsea – Watford 2-2

Liverpool – Leicester 1-0

Manchester City – Sunderland 4-1

Swansea – West Bromwich 1-0

Tottenham – Norwich 3-0