Stóra samrøðuevni í heimsins elstu fótbóltskapping, ensku FA Cup, í dag, var Liverpool-liðið, sum skuldi spæla ímóti Shrewsbury Town.
Eftir at Shrewsbury megnaði at fáa javnleik á heimavølli ímóti stjørnunum í Liverpool, skuldu liðini bæði spæla umdyst í kvøld.
Umdysturin gjørdist heldur umstrýddur seinastu vikuna, eftir at Liverpool-venjarin, Jürgen Klopp, boðaði frá, at hann og leikararnir ikki ætlaðu sær at møta til dystin; tí teir skuldu halda vetrarfrí hesa vikuna.
Tí stillaði Liverpool í kvøld við yngsta miðalaldrinum nakrantíð: 19 ár og 102 dagar.
Hetta var næstyngsta Liverpool-liðið nakrantíð. 80 dagar yngri í miðal, enn liðið, sum tapti 5-0 ímóti Aston Villa, meðan stjørnurnar vóru farnar at spæla um heimsmeistaraheitið fyri lið.
Og teir ungu kláraðu hvat stjørnurnar ikki kláraðu 26. januar; at vinna á Shrewsbury Town.
Dysturin endaði 1-0 til Liverpool, eftir sjálvmál frá Ro-Shaun Williams í 75. minutti.
Sostatt er Liverpool víðari til fimta umfarið í FA Cup, og tannáringarnir úr Liverpool kunnu erpa sær av, at hetta er tað longsta, sum Liverpool hevur rokkið í FA Cup undir Jürgen Klopp.