Lívfrøðingur: Hetta hóttir ikki stovnin av springara

Lívfrøðingur, sigur, at ein meting er um, hvussu nógv er til av springara

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, við einum sendara, tey brúka at merkja grind við

Føroyska veiðan eftir springara, hóttir ikki stovnin. Tað heldur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, sum serliga granskar hval og kóp.

 

Í kjalarvørrinum á drápinum á Skálafjørðinum sunnudagin, hevur nógv kjak tikið seg upp um springara, og um vit yvirhøvur skulu drepa springara í Føroyum. Í hesum sambandi eru tað eisini fleiri sum hava reist spurningin um veiðan yvirhøvur er burðardygg, ella ikki.

 

Bjarni Mikkelsen sigur, at stovnsmetingarnar av springara hava verið vánaligar, men í 2015 var ein stór hvalateljing og í tí sambandi varð eisini ein stovnsmeting gjørd av springara í Norður-eysturatlantshavi, á einum øki, sum gongur suður á 56 stig, sum er suður ímóti Írlandi og norður á 64 stig, sum er nakað væl norðanfyri Føroyar, mitt ímillum Ísland og Noreg.

 

Eftir teimum teljingunum, sum vórðu gjørdar tá, hava tey gjørt ta varisligu metingina, at stovnurin av springara í hesum øki er einir 130.000 hvítskjórutar springarar, sum er tað, vit mest veiða av.

 

Bjarni Mikkelsen sigur, at tað er einki, sum bendir á, at stovnurin undir Føroyum ikki er ein stovnur fyri seg, men at talan er um ein felagsstovn, akkurát, sum annar hvalur um okkara leiðir.

 

Hann sigur, at tey hava sett ynski fram í Nammco, sum umsitur havsúgstjór í Norðurlatlantshavi, um at seta ein bólk at meta nágreiniliga um, hvat ein stovnur av hesi støddini tolir av veiði. Tað er ikki komið í lag enn og tað er óvist nær tað verður.

 

Men skulu vit búka tær vanligu metingarnar, verður sagt, at tað ber til at veiða eitt prosent av stovninum. Ein felagsskapur í Evropa, Ascobans, sum metir um smáhval, hevur sett markið til 1,7 prosent av stovninum.

 

Bjarni Mikkelsen sigur, at til vit hava eina nágreiniliga meting, kunnu vit brúka fyrivarni, og leggja okkum upp at hesi tølunum, og so er føroyska veiðan av springara væl minni tað. Hann leggur afturat, at her verður ikki hugsað um veiðina hvørt einstakt ár, men um miðalveiðina í nøkur ár.

 

Hann sigur, at hann dugir heldur ikki at síggja um tað er nakar munur á um alt verður veitt ísenn, ella um talan er um fleiri springaradráp.

 

– Soleiðis sum tað sær út nú, tolir stovnurin av springara tað veiðitrýstið, sum nú er,  tí í miðal er veiðan av springara í Føroyum nakrar heilt fáar hundrað springarar um árið, kanska einar 300, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Men hann leggur dent á, at tað ber ikki til at koma til eina eina heilt avgerandi niðurstøðu um hetta, tí tær mugu bíða til tær neyvu útrokningarnar.

 

– Høvdu vit veitt kanska einar 1.500 springarar um árið í fleiri ár, hevði tað skunda undir at fingið eina heilt neyva stovnsmeting, men veiðan er nógv lægri enn tað, leggur hann afturat.

 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, við einum sendara, tey brúka at merkja grind við