Í Vikublaðnum mánadagin var grein um, at Kjell Elvis (Kjell Henning Bjørnstad) fer at syngja á torginum í SMS leygardagin klokkan 13. Í greinini varð eisini sagt eitt sindur um, hvør leiðin hjá honum hevur verið til at gerast kendur, serliga í Noregi og millum flestu Elvis-fjepparar, bæði í Evropa og USA.
Yrkisleiðin hjá Kjell Elvis í undirhaldsvinnuni fevnir um meira enn 20 ár. Hann byrjaði í herinum í Harstad í Noregi í 1988. Eftir hertænastuna arbeiddi hann á eini verksmiðju í Lyngdal til 1994, tá hann gjørdist fulltíðar professionellur Elvis-imitatorur.
Kjell var sjey ára gamal, tá hann sá Elvis Presley í sjónvarpinum fyrstu ferð. Elvis sang ”Love Me Tender”, og smádrongurin tók av avbjóðingini. Hesi mongu ár seinni er kærleikin til legenduna framvegis líka stórur, og hóast kongurin er deyður, syngur Kjell Elvis fyri at halda lív í Elvis Presley.
Tá áhoyrarafjøldin blundar, skal hon hoyra Elvis, og tá hon letur eyguni upp, skal hon síggja Elvis.
Sum einasti Elvis ”tribute artistur” í Norðurlondum tekur Kjell Elvis yrkið í stórum álvara. Á pallinum er hann Elvis Presley, men eisini Kjell Henning Bjørnstad. Hann er Kjell Elvis-artisturin, ið ljóðar sum Elvis, líkist Elvis og skapar stemningin, sum Elvis var kendur fyri.
Spurningurin er, hvussu mong í Føroyum vita, at maðurin, sum vit her umrøða, er hálvur føroyingur - ja, hálvur eiðismaður. Um hansara skyldskap í Føroyum, og hvat hann heldur um føroyingar, fara vit at venda til á in.fo í kvøld.