Levi Mørk, býráðslimur
-------
Eg havi fyrr boðað frá og geri tað framvegis, at eg vil ikki góðtaka, at frítíðarskúlarnir ella dagstovnaøkið hjá Tórshavnar kommunu, skulu spara meira.
Hetta var eisini orsøkin til, at eg ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini við 1. viðgerð hjá Tórshavnar kommunu fyri 2012.
Eg skal boða frá, at eg standi fastur við avgerðina, og verður ongin bati, tá ið fíggjarætlanin skal samtykkjast endaliga, fari eg heldur ikki at atkvøða fyri henni tá.
Eg vil ikki góðtaka, at ætlanin, enn einaferð er at spara á dagstovnaøkinum, har ætlanin er at spara 1,3 millión krónur í 2012.
Um hendan fíggjarætlanin endaliga verður samtykt, verður tað triðja árið á rað, at frítíðarskúlarnir skulu spara. Vit hava eisini eina orkusparing upp á 10% um árið, sum skal sparast hjá øllum dagstovnum í Tórshavnar kommunu.
Sjálvsagt skulu vit øll vera ansin fíggjarliga og vera við til at spara, um tað krevst, men her kunnu vit ikki spara meira.
Í 2009 var sparingin 1,5 millión, og í fjør varð eisini spart 1,5 millión, og nú er ætlanin at spara 700 krónur fyri hvørt barnið. Men nú tolir frítíðarskúlin ikki fleiri sparingar.
Sum støðan er nú, er Frítíðarskúlin blivin til ein “passivan” ansingarstovn hjá okkara børnum at vera í, ístaðin fyri at vera eitt upplivingar og menningarstað við pedagogiskari dygd til frama fyri trivnaðin hjá okkara børnum.
Vit kunnu, sum nú er, ikki hava fulltíðarstørv innan frítíðarskúlarnar, og harvið søkja námsfrøðingar ikki størv innan frítíðarskúlarnar. Harvið missa børnini tað pedagogiska innihaldið, sum jú skal menna tey.
Hesar sparingar gera støðuna uppaftur verri og næstan ómøguliga fyri trivnaðin hjá børnum, foreldrum og starvsfólkum. Starvsfólkið tolir ikki hesa óvissu – ár eftir ár. Somuleiðis verður dygdin av innihaldinum eisini har eftir.
Eg taki annars fult undir við fíggjarlógaruppskotinum, men sparingin á dagstovnaøkinum skal broytast, áðrenn eg góðtaki fíggjarlógaruppskoti fyri 2012 við 2 og 3 viðgerð í býráðnum.
Nú er tíbetur ljós fyri framman – innan ansingarøkið.
Eg frøist um, at nú sær tað út til, at samgongan hjá Tórshavnar kommunu
kortini ikki fer at fremja sparingar innan dagstovnaøki fyri 2012.
Hetta visti mín góði samgongulimur Jógvan Arge formaður i mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu at siga í lesarabrævi við miðlarnar herfyri.
Har hann váttaði fyri forkvinnuni hjá Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, at ongar sparingar vera framdar innan dagstovnaøkið í 2012. Hetta eri eg nú sera fegin um. Lat okkum nú vóna at so verður.
Hinvegin er nógv at fegnast um innan barna og ungdómsøkini hjá Tórshavnar kommunu. Hesi seinastu 3 árini hava vit í samgonguni, opnað ungdómshús í Nólsoy, Hoyvík og á nýggja telducafé útí á Norðasta Hornið.
Í løtuni verður projektering gjørd við innrættan av loftinum í ítróttarhøllini í Kollafirði, sum skal brukast til bygdarfólkið, KÍF og til ungdómshús.
Somuleiðis eru ætlanir, at opnað ungdómshús á Argjum í 2012.
Mín fakliga meining er eisini, at vit skulu hava tilboð til børn og ung frá 3. til 5. flokki eftir skúlatíð. Somuleiðis skulu frítíðarskúlarnar hava meira opið. Men her skal sjálvsagt fígging fylgja við.
Tað var eisini felagsfundur hóskvøldið, fyri foreldrum, býráðnum og umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Felags foreldraráðini fyri frítíðarskúlarnar hjá Tórshavnar kommunu skipaðu fyri fundinum. Sera nógv foreldur møttu upp, har tað var lovað frá politiskari síðu, at tað bleiv eingin sparing, sum annars er ætlað og at frítíðarskúlarnar skulu hava meira opið og at tørvurin fyri frítíðartilboð frá 3 til 5 flokk skulu røktast.
Tá ið tíðirnar eru ringar, er tað neyðugt at styrkja um kvalitetin hjá okkara framtíð - og tað er jú børnini og tey ungu.
Men, nú sær tíbetur ljósari út – til gleði fyri okkara børnum og ungdómi hjá Tórshavnar kommunu. Lat okkum nú bara vóna so verður.