Øll eiga vit at taka ábyrgd

- Eg vóni inniliga, at so nógv sum gjørligt av teimum, ið taka avgerðir um ferðsluna í Føroyum, nýta høvið og koma til ráðstevnuna, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

- Vit hava lagt stóra orku í at skipa eina so viðkomandi og fjølbroytta ráðstevnu, sum yvirhøvur gjørligt.
Okkara týdningamesti málbólkur eru politikarar, embætisfólk, verkfrøðingar og onnur, ið gera ætlanir fyri bygging av ferðslunetinum í Føroyum.
Annars eru fólk, ið hava áhuga í evninum, sjálvsagt eisini vælkomin, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í samrøðu við Sosialin.
- Endamálið við ráðstevnuni er at fáa øll at gera sítt til, at ferðslutrygdin verður sett í hásætið. Síðani er umráðandi at eitt betur samstarv fæst í lag, soleiðis at arbeitt verður so skipað og miðvíst sum gjørligt. Øll eiga vit at taka ábyrgd - hvør á sínum øki.
- Grannalond okkara hava øll eina ætlan fyri, hvat kann gerast fyri at tálma ferðsluóhappum og -vanlukkum. Hesar ætlanir hava givið góð úrslit.
- Við at arbeiða meiri miðvíst við fyribyrging, kunnu vit spara bæði lív og pening.
Og tað er júst tað, sum hendan ráðstevnan fer at snúgva seg um, sigur formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen.
Ráðstevnan, ið verður í Norðurlandahúsinum tann 19. januar klokkan 8.30, verður hildin í samband við, at tað verða 30 ár síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn.