Øll lodnan fer til matna

Í 2015 keypti Varðin Pelagic á Tvøroyri 7.000 tons av lodnu, og í fjør - 2016 - var tonsatalið 5.000.

Tað hevur verið ivasamt, hvussu fór at vera við íslendsku lodnukvotuni í ár, sum Føroyar sambært fiskirættindasáttmálanum landanna millum fáa lut í. Men, nú hevur Ísland ásett eina lodnukvotu á 57.000 tons hesa vertíðina.

 

Sambært avtaluni, eiga Føroyar fimm prosent av kvotuni, og hetta gevur 2.850 tons. Soleiðis er greitt, at Føroyar eisini í ár sleppa at fiska nakað av lodnu.

 

Í 2015 keypti Varðin Pelagic á Tvøroyri 7.000 tons av lodnu, og í fjør - 2016 - var tonsatalið 5.000. Lodnukvotan hjá Íslandi er skiftandi, men føroyska uppsjóvarvinnan vónar altíð, at nøkur tons fella Føroyum í lut.  

 

Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sigur, at eini 30-40 prosent av lodnuni, sum virkið keypti í januar og februar mánaði í fjør, fóru til Japans - og restin fór til Ruslands.

 

- Øll lodnan verður útflutt til matna, leggur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic aftrat.

 

Á heimasíðuni hjá Felagnum Nótaskip - www.notaskip.fo - liggur greinastubbi um lodnukvotuna í ár.