Øll vildu frælsi á Frælsinum

Týsdagin luttóku allir politisku flokkarnir á fyrsta almenna fundinum, síðani Hvítabók kom. Langt tykist enn millum partarnar, men fundurin var positivur og ongantíð kom blóðið veruliga í kók. Skemtiligar løtur vóru eisini, m.a. tá nevnt var um hvide løgne og um 60 ára gomul bróstabørn, ið súgva 80 ára gamla konu. Øll vóru tó samd um frælsi og um, at broytingar í ríkisrættarligu støðuni eru neyðugar. Lyklaorðið tyktist tó vera "hvussu"!

Nógv fólk vóru í Læraraskúlahøllini á Frælsinum týsdagin, tá fyrsti læraraflokkur skipaði fyri pallborðsfundi um Hvítubók. Fyrsti almenni fundur við luttøku frá øllum flokkum, eftir at Hvítabók kom.

Byrjað varð við at syngja "Føroyar tá sólin", og teksturin stóð varpaður á vegin aftanfyri pallborðs luttakararnar; Álvur Kirke, Miðflokkurin, Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin, Edmund Joensen, Sambandsflokkurin, Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin, Óli Breckmann, Fólkaflokkurin og Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin.

Jógvan Arge var orðstýrari og gav hann pallborðsluttakarunum 5 minuttir til fyrstu framløguna.


Einki her og nú

Høgni Hoydal legði fyri og greiddi frá ætlan við og og søguni hjá Hvítubók. Hann legði dent á, at hon ikki er ætlað at taka støðu útfrá her og nú, men skal lýsa nøkur viðurskifti og hann endurtók myndina um amboðini, ið bókin gevur.

Høgni metti høvuðsniðurstøðuna í bókini vera, at tað ber til við fullveldi, um vit taka skilagóðar avgerðir. Høgni undraðist á, at røddir hava víst á, at bókin ikki gevur svar uppá, hvussu verður at liva í Føroyum um 20 ár, tí hetta velst um nógv viðurskifti, vinnulív og tiknar avgerðir. Hann legði dent á, at hóast bókin er komin, so hendir einki her og nú.



Langa stríðið endar

Óli Breckmann lýsti søguligu gongdina í stuttum og minti á stríðið um samband og sjálvstýri, ið byrjaði í 1906. Við Hvítubók vónar hann, at stríðið endar.

Óli segði, at bankakanningin á ein hátt savnaði fólkið. Juni avtalan minkaði skuld okkara og gav okkum dirvið aftur. Hann minti á, at búskaparstøðan er eisini úrslit av politikkinum, sum undanfarna samgonga førdi.

Óli segði seg vóna, at samráðingarnevndin, ið skal samráðast við danir, kemur aftur við góðari avtalu. Um ikki fullveldi, so kanska samríkjalóg, men málið segði Óli, var heilt klárt. Hann segði seg vera ikki sørt skuffaðan av Javnaðarflokkinum, ið hann metti hevði verið heldur vølkutur og hava sagt seg vera sjálvstýrisflokk. Óli metti flokkin at verða tungan at hava við at gera, men hann hann fegnaðist hinvegin um, at Sambandsflokkurin er farin á glið. Hetta hildu lurtarar vera ikki sørt skemtiligt.


Geva upp

Jóannes Eidesgaard var ikki seinur at taka táttin upp eftir Óla. Hann metti tað vera nakað tíðliga av Óla Breckmann at geva upp. Hann sipaði til orðini hjá Óla, um, at ein samríkjalóg eisini kundi góðtakast sum samráðingarúrslit.

Jóannes minti á, at allir flokkar hava yvirordnað mál. Mál Javnaðarfloksins er at tryggja vælferðina og málið, sum Hvítabók tekur upp, hevur ongantíð verið mál í sær sjálvum hjá flokkinum, men heldur hvussu vit fáa frælst og gott lív hjá tí einstaka.

Hann segði Javnaðarflokkin taka undir við nøkrum lutum í Hvítubók, men at annars vóru sum heild ov fá amboð í henni.


Ikki svar

Edmund Joensen nevndi Hvítubók eitt vónbrot. Svar skuldi fáast uppá alt, men Edmund metti bókina seta fleiri spurningar, enn hon gevur svar.

Edmund samanbar ríkisfelagsskapin við ein motorveg inn í framtíðina. Hann metti, at Hvítabók hongur ikki saman búskaparliga og at ætlan landsstýrisins hevur demokratiskt og búskaparligt undirskot.


100 ára stríð

Helena Dam á Neystabø helt løtuna vera komna at enda eitt nærum 100 ára gamalt stríð.og at vit nú eru komin til eitt vegamót.

Hon helt tað vera gott, at eingin fyri 20 árum síðani spurdi um framtíðina, tí vit hava verið í kreppu í 1990-92 hóast heimastýrislóg og ríkisstuðul. Hon metti annars ikki vera rætt, at nakar flokkur tekur sær rætt til einrætt uppá vælferðina.

Hon greiddi frá, at eitt lyklaorð er samvinna og at eingin ætlar at kvetta ella at taka møguleikar frá føroyingum og fólkið skal í síðsta enda taka støðu.


Sum Móses á sinni

Álvur Kirke helt tiltakið vera gott. Hann minti á gamla havnarmannin, sum helt kærleikan sita í baklummanum. Fólk eru bangin fyri, hvat fullveldi kann kosta. Ung seta búgv, tí ein kann ikki búgva hjá foreldrunum.

Álvur helt Hvítubók minna um Móses á sinni. Hann sendi njósnarar inn at vita, hvussu landið sá út. Sama leiklut helt hann Hvítubók hava.

Álvur Kirke helt bókinna vera turran, men áhugaverdan og sakligan lesna. Ikki politiskt litaður lesnaður.


Viðmerkingar

Jógvan Arge gav síðani pallborðsluttakarunum møguleika at koma við viðmerkingum.

Høgni Hoydal minti á, at ætlanin við Hvítubók er at "avmystifisera" fullveldisætlanina, tí andstøðan hevur ført hesa fram sum morð og brand. Høgni helt Hvítubók mótprógva hetta.

Óli Breckmann vendi sær til tey, ið ivast. Hann segði løtuna vera søguliga og lagaliga. Hann helt, at vit hava prógvað, at til ber at húsast og minti á avlopini í búskapinum. Hann helt avtaluna kunna eita hvat sum helst, bert hon er millum javnbjóðis partar.

Jóannes Eidegaard minti á, at politikkur snýr seg um at vera ærligur. Tí fegnaðist hann um, at Miðflokkurin minti á, at tað snýr seg um at vilja og ofra nakað. Hann minti eisini Óla á, at ein kann bert fara aftur til seinast, tá Fólkaflokkurin hevði løgmann og minnast viðurskiftini. Hetta var í 1989.

Edmund Joensen takkaði Jóannes fyri at hava flutt seg mótvegis sambandinum. Hann minti annars á, at vit hava sæð, hvussu lítið skal til, áðrenn 8000 fólk flyta av landinum. Bert fá av hesum eru komin aftur.

Helena Dam á Neystabø helt tað vera ringt at staðfesta, hvar Javnaðarflokkurin er. Hon helt, at nú má komast víðari politiskt og vegin helt hon vera at vit fáa sjálvsavgerðarrætt.

Álvur Kirke helt tað ganga upp og niður og minti á, at vit hava bert fiskin at líta á. Hann minti á søguna um 7 góð og 7 ring ár. Hann helt vera upplagt, at í góðum árum verður lagt uppfyri til verri tíðir.


Orðið frítt

Stundin var so komin, til at orðið var frítt og fólk í salinum fingu møguleika at siga sína hugsan og koma við spurningum. Ikki so nógv nýttu møguleikan, men spurningarnir, ið komu, vóru viðkomandi.

Ein úr salinum vildi vita frá Edmundi og Høgna, hvørt teir mettu grundarlag vera fyri vælferð um 20 ár og eisini, um teir mettu ríkisstuðulin kappingaravlagandi.

Edmund Joensen var kontantur, og svaraði, at hetta velst alt um, hvønn politiskan veg vit velja at ganga. Hann metti, at við fullveldi er helvtin av fíggjarlógini burtur, skiftistíðin er ótrygg og somuleiðis oljan og vandi er fyri fólkaflyting. Edmund minti á, at lønir eru ikki hægri í Føroyum, enn í Danmark, men ivaðist ikki í, at var ríkisstuðulin ikki, so vóru lønirnar her mundandi lægri og við ongum stuðuli vóru vit fátækt fólk.

Høgni minti á, at 8000 fólk fluttu við verandi skipan og ríkisstuðuli. Hann segði eisini, at Edmund kann ikki tryggja, at ríkisstuðulin verður verðandi og so er hetta sum at senda rokning uttan vert. Høgni metti at peningurin úr Danmark kemur vegna trýst úr USA og vísti til nýggju hernaðarfrágreiðingina.

Jóannes Eidesgaard metti, at tað er ringt at sáa mistreysti í fólk, men verri er ikki at siga sannleikan. Hann metti, at fullveldi fær avleiðingar og at vit mugu vita, hvat hetta kostar.

Helena Dam á Neystabø minti á, at eingin orsøk var hjá donskum politikarum at siga, at um vit smekkaðu við hurðunum, so smekkaði lokið á pengakassanum, tí føroyingar smekkaðu ikki við hurðuum.

Óli Breckmann metti, at vón er fyri framman, tí fyri hvønn munn, ið skal mettast, er ein heili og tvær hendur.


Hvide løgne

Hans Birgir Hansen metti, at danir í 50 ár hava ført fram tað, ið hann nevndi hvide løgne og síðan samanbar hann við heitið á nýggju bókini og røðina í TV3. Hann eftirlýsti kunning um fólksins rættindi og skyldur.

Samabands unglingin Jóhan Petur fjaldi ikki sín politiska lit. Hann kom inn á, at samgongan vildi ikki yvirtaka flogvøllin og setti spurningin, um Høgni Hoydal ikki vildi menna búskapin, áður enn fullveldi er veruleiki.

Høgni Minti á, at ein sjálvstøðugur búskapur stendur ikki í stað og rósti Edmundi og Jóannesi fyri at hava fingið yvirskot, tá teir vóru ávíkavist løgmaður og fíggjarmálaráðharri.

Jóannes minti á, at menn minkaðu ikki ríkisstuðulin, tá teir samráddust um hann í fjør. Hann hækkaði og kemur kanska upp um milliardina, tí hann hækkar við danska prístalinum. Hann helt eisini málið um flogvøllin vísa hugburðin.

Høgni vísti á, at vøllurin krevur ábøtur og at hetta er sum at keypa bil. Ein vil tryggja sær, at tað ein fær, er í lagið.

Helgi Abrahamsen vísti á, at sambært bláa fylgibindinum, so flyta fólk av landinum, men í Hvítubók flyta tey aftur. Hetta Helt Høgni var ein misskiljing og vísti hesum aftur.


60 ára gomul bróstabørn

Petur Jensen helt tað vera óført, at vit nú skuldu vita, hvar vit gista um 20 ár, hóast orðatakið sigur, at eingin veit á morgni, hvar hann á kvøldi gistir. Hann sammetti annars ríkisrættarligu støðuna, sum hon er nú, við 60 ára gomul bróstabørn, ið súgva eina 80 ára gamla konu. Til mikla frægd fyri fólkini í salinum, ið skemtaðu sær óført. Og láturin gjørdist ikki minni, tá Petur legði afturat, at hann visti ikki hvør var troyttari, munnurin á børnunum ella 80 ára gamla konan.

Annliss Bjarkhamar helt vera løgið, at Jóannes Eidesgaard vildi sleppa at leggja amboð í amboðskassan, men eftir danskari leiðbeining. Hon vildi vita, hví vit ikki skuldu hava føroyska grundlóg og hví Javnaðarflokkurin so fegin vildi hoyra danskar metingar..

Jóannes vísti á, at hann hevur havt sínar uppgerðir við danskar politikarar. Hann helt, at tá vit hava verið saman í 600 ár, so er rímuligt, at báðir partar sleppa til orðana. Og ikki kann skaða, at hoyra donsku sjónarmiðini. Hann vísti á, at fáa vit fullveldi, so skulu vit hava grundlóg og at Javnaðarflokkurin er farin uppí grundlógararbeiðið.


Verkafólkið

Ungi havnarmaðurin Pauli, búsitandi í Gøtu, vísti á síni ár á sjónum og á fiskavirkjum. Hann helt eini góð ráð til Høgna Hoydal vera, at hugsa um verkafólkið og at koma við kunning til teirra, um nøkur vón um eitt ja frá teimum skuldi vera til eina fólkaatkvøðu.

Høgni og Óli tóku hetta til eftirtektar.

Edmund Joensen helt, at arbeiðarin ongantíð kann atkvøða ja, tí avleiðingin er eitt láglønarsamfelag.

Jóanes Eidesgaard mettti, at tosið um kreativitet og íløguhug, tá fullveldi er veruleiki, er vrøvl, sum hann málbar seg. Hetta sást í kreppuni, tá eingin hevði hug at seta pening í nakað. Hann vísti á, at frælsi er eitt tað vakrasta orð á øllum málum, men tað er ymiskt, hvat verður lagt í tað.

Helena vísti á, at ætlanin er samstarv á jøvnum føti og at vit hava merkt kreppuna og skert frælsi inn á bein undir verandi viðurskiftum.

Álavur Kirke Helt vera positivt, at nú er ætlan um skipaða loysing, í mun til tað sum áður kallaðist kvett. Hann harmaðist tó, at í Føroyum er einoygd pressa og tvey sambandsbløð. Hann helt út frá hesum, at upplýsingin má betrast. Hann vónaði eina so góða avtalau, at sjálvt sambandshugaði taka undir.


Langt ímillum á Frælsinum

Niðurstøðan av fundinum má verða, at enn er langt ímillum samgongu og andstøðu. Ein væleydnaður fundur, við skemtiligum løtum og nærum ongantíð vóru pallborðsluttakararnir so ósamdir, at tað bilti nakað. Ongantíð kom blóðið veruliga í kók. Spurningarnir vóru fáir, men góðir og umhugsaðir. Men tann breiða semjan var ongastaðni at hóma úti á Frælsinum týsdagin.

Endað varð við at syngja tjóðsangin.




Kanning


Áðrenn fólk fóri in í høllina, fingu tey ein lepa, har atkvøðast skuldi um ein tók undir við fullveldi, var ímóti ella ikki visti. Eisini skuldi atkvøðast, tá ein kom útaftur av fundinum.

Úrslitið var, at áðrenn fundin atkvøddu 224 fólk. 97 søgdu ja til fullveldi, 86 søgdu nei og 40 vistu ikki. Ein seðil var blankur. Í prosentum gevur hetta 43,3% fyri, 38,39% ímóti og 17,86% vitstu ikki.

Eftir fundin atkvøddu 216 fólk. 98 søgdu ja, 79 nei og 37 vistu ikki. 2 seðlar vóru blankir.

Í prosentum gevur hetta framgongd til fullveldisætlanina. 45% søgdu ja, 36,57% nei og 17,13% vistu ikki. 2 atkvøður vóru blankar.

Við vanligum meirluta høvdu Føroyar fingið fullveldi eftir hesari kanningini, ið tó er gjørd á lítlum grundarlag., og er hon tí ikki eftirfarandi.

Viðmerkjast skal, at áhoyrarar byrjaðu at fara úr salinum á middegi, hóast fundurin ikki endí fyrr enn klokkan 12:25. Sostatt er ivi um seinnu atkvøðuna, í mun til ta fyrru.