Løgdu hald á yvir 100 kilo av kannabis í Kastrup

Tollarar á flogvøllinum í Keypmannahavn hava undir tilvildarligum kanningum gjøgnum eina viku funnið stórar nøgdir av kannabis í viðføri hjá trimum ferðandi, boðar danska tollvaldið frá í tíðindaskrivi.

Tilsamans svarar hetta til 137 kilo.

Eitt ferðandi hevði nærum 48 kilo av vakuumpakkað canabistablettum í tveimum kuffertum, meðan tvey onnur ferðandi høvdu 89 kilo av canabis í tveimum kuffertum.

Løgreglan í Keypmannahavn hevur ákært øll trý ferðafólkini fyri smugling av euforiserandi rúsevnum við tí fyri eyga at lata tey víðari.