Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at bæði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og kanska eisini Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna í málinum um Eysturoyartunnilin.
– Landsstýrismaðurin í innlendismálum er ein trupulleiki í hesum málinum, men tann størsti trupulleikin er løgmaður sjálvur, tí hann hevur sæð millum fingrarnar við øllum tí, sum er farið fram í hesum málinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Og tað sigur javnaðarformaðurin, nú Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur biðið um eina frágreiðing frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um hví viðmerkingar frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum til málið við Eysturoyartunnilin eru hildnar aftur.
Sosialurin vísti longu tann 9. august á, at embætisfólkini høvdu gjørt sínar viðmerkingar, men ikki fyrr enn í gjár bar til at fáa innlit í, hvørjar hesar viðmerkingar vóru, og har var talan um heilar 11 A4-síður.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.