Løgmaður hevur boðið Zelenskyj til Føroya

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, greiddi Zelenskyj frá um ukraiskum flóttafólkini í Føroyum.

 

– Í stuttu samrøðu okkara millum nevndi eg ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, og Zelensky takkaði fyri at vit hýsa fólki hansara, skrivar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna á Facebook. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður segði við Zelenskyj, at hann var vælkomin til Føroyar, og forsetin svaraði, at tað vildi hann fegin - tá kríggið er av. 

Aksel V. Johannesen var millum tey fáu útvaldu, eini 15 í tali, sum sluppu at eta døgurða saman við honum hjá drotningini millum klokkan 11 og 12 danska tíð.

Síðani fór Volodymyr Zelenskyj út á trappuna uttan fyri Fólkatingið, har hann helt røðu fyri teimum túsundtals fólkum, ið vóru komin at lýða á. Røðan varð eisini send beinleiðis í sjónvarpi.

 

##med2##

 

##med3##